Ls Bygningr

Inniportør til Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir inniportøri at byrja 01.03.2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1.0, og arbeiðstíðin er dagvaktir mánadag til fríggjadag. 

Tann, ið settur verður, verður partur av starvsfólkahópinum í Sjúkraflutningstænastuni við staðseting á Landssjúkrahúsinum, og fevnir starvið í høvuðsheitum um

  • At flyta sjúklingar millum deildir
  • At flyta reinar og skitnar sengur til og frá deildum og seingjarsentrali
  • At flyta reint og skitið toy til og frá deildum
  • At tøma út burturkast o.a. av deildunum

Um neyðugt og tið er til tess, hjálpir inniportørurin til við øðrum fyrifallandi uppgávum.

 

Dentur verður lagdur á

  • At tú ert fylt/ur 21 ár
  • At tú hevur reina revsiváttan
  • At tú hevur 1. hjálparprógv
  • At tú hevur góða heilsu og ert í nøktandi fysiskum formi

Harafturat vænta vit, at tú

  • Ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • Sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • Hevur evni at orða teg, bæði munnliga og skrivliga
  • Tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • Virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt upplæring á deildini
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við fjølbroyttum avbjóðingum og fakligari menning
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv

 

Royndartíðin er 3 mðr.

Tey, ið verða boðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan við. Samrøður verða í viku 7 2025.

Lønar- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, á tlf. 234601 ella á teldupost barmi@ls.fo ella Gunnar Hjelm, varaleiðara tlf. 234602, teldupost: gunhj@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 07.02.2025

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós