14 Sjúkraflutningstænastan 5

Frítíðaravloysarar til Sjúkraflutningstænastuna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Sjúkraflutningstænastan søkir eftir tveimum frítíðaravloysarum í tíðarskeiðnum 01.06.2025 til 31.08.2025. 

Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av 
høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur Sjúkraflutningstænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er inni á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum. 

Verður avloysari settur, ið ikki er útbúgvin sum ambulansastarvsfólk, fær viðkomandi eitt grundskeið/upplæring, áðrenn virkast kann sum hjálparfólk í sjúkrabilinum. Viðkomandi fær vegleiðing av einum viðgera og hevur møguleika at taka onnur grundskeið, ið eru neyðug fyri at røkja starvið til fulnar. 

Vit vænta, at tú 
 ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni 
 hevur virðiliga framferð 
 sært avbjóðingar fram um avmarkingar 
 hevur evni til at orða teg, bæði munnliga og skrivliga 
 tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt 
 ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini 
 líkur tey krøv, ið stovnurin setur í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti. 

Dentur verður lagdur á, at tú 
 ert fylt/ur 21 ár 
 minimum 9. floks prógv, miðnámsútbúgving kann vera ein fyrimunur 
 hevur havt koyrikort til persónbil í minst 3 ár 
 koyrikort til bólk C ella D kann vera ein fyrimunur 
 reina revsiváttan 
 1. hjálparprógv 
 góða heilsu og fysik. 
 góðan telduførleika.
 
Vit bjóða 
 felags innleiðslu og upplæring á deildini 
 fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar 
 tvørfakligt samstarv 
 ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag 
 eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum. 

Bert tey, ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava læknaváttan og reina revsiváttan tøka. 

Samrøður og fysiska royndin verða í viku 9 í 2025. 

Kunning um fysisku royndina verður givin samstundis, sum bjóðað verður til samrøðu. 

Upplæringin byrjar skjótast tilber eftir samrøður og fysiska roynd. 

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Nærri upplýsingar um starvið, fáa við at venda sær til til Allan Joensen, deildarleiðara, tlf. 232350, teldupost: allan@ks.fo

Umsókn, saman við avriti av CV og møguligum prógvum, skal sendast til umsokn@ks.fo

Umsóknarfreistin er 17.02.2025. 

Á heimasíðu okkara, www.sjukrahus.fo, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós