24 Læknaskrivarar 11

Barsilsfarloyvisstarv sum móttøkufólk til ambulatoriudeildina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Ambulatoriudeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir móttøkufólki, sum hevur autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv frá 01.04.2025 til 30.06.2026. Arbeiðstíðin er 35 tímar um vikuna. 

Staðsetingin í hesum starvinum verður í høvuðsheitum á KS2, har fleiri serøkir eru. 

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um at sita í móttøkuni á KS2. Samskifti við sjúklingar og avvarðandi, taka sær av telduposti, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, skráseting, telefonavgreiðsla og annað fyrifallandi arbeiði. Eisini at hjálpa til í svøvnkøvu ambulatoriinum, á sjúklingaskrivstovuni og veita ymiska tænastu til serlæknar. 

Í starvinum kemur tú at hava tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og aðrar viðkomandi fakbólkar. 

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Sectra, Outlook, Word og Nox. 

Dentur verður lagdur á, at tú:
 hevur autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur 
 trívist við at samskifta við sjúklingar í ambulatoriunum 
 er nærlagdur og tænastusinnaður 
 arbeiðir sjálvstøðugt, og tolir nógvar og skiftandi arbeiðsuppgávur 
 hevur gott yvirlit, er fleksibul og hevur áhuga í tvørfakligum samstarvi 
 hevur góð samstarvsevnir 
 hevur góðan telduførleika 
 fyrimunur er um man kennir til Cosmic.

Vit bjóða: 
 góða upplæring.
 eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning við góðum starvsfelagum.

Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til leiðandi læknaskrivara, Anniku Karlsdóttir Ljósstein, á tlf. 454545 lokal 4531. 

Umsókn, saman við avriti av prógvi, autorisation og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er tann 17.02.2025.
 

Á heimasíðu okkara, www.sjukrahus.fo, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós