Tíðaravmarkað starv sum fysioterapeutur á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir fysioterapeuti til tíðaravmarkað starv til setan skjótast møguligt og fram til 30.06.2025. Starvið er við setanarbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna.
Um okkum
Vit eru eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús og taka imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í ymiskum fakbólkum.
Í Ergo- og Fysioterapiini starvast starvast 4 fysioterapeutar, 1 ergoterapeutur og 1 heilsurøktari.
Vit veita viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum, og ambulant virksemi eftir ávísing frá kommunulækna. Sjúklingarnir umfata bæði børn og vaksin.
Um starvið
Arbeiðsuppgávurnar fevna um viðgerð av innløgdum sjúklingum, eftirviðgerð aftaná innlegging, eisini frá hinum sjúkrahúsunum í landinum og ambulant virksemi eftir ávísing frá kommunulækna. Sjúklingarnir umfata bæði børn og vaksin.
Vit ynskja at tú
• setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• ert sjálvstøðug/ur, positiv/ur, engasjerað/ur og motiverað/ur
• hevur góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• tolir skiftandi arbeiðsuppgávur
• dugir væl at samskifta við aðrar fakbólkar, sjúklingar og avvarðandi
• kennir ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
• hevur prógv og góðkenning sum fysioterapeutur
• hevur telduførleika á brúkarastøði– vit nýta Cosmic.
Vit bjóða
• ein áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
• arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
• ávirkan á egnan arbeiðsdag
• skipaða innleiðslu.
Løn – og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Gurið Augustinussen, virkandi leiðandi fysioterapeutur á tlf. 343300 ella teldupost gurau@ssh.fo.
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So gleða vit okkum at fáa tína umsókn við viðkomandi skjølum á starv@ssh.fo í seinasta lagi ónsdagin 12. februar 2025.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.