31 Bygningar LS 1

Sjúkrarøktarfrøðingur til intensivdeildina, G1

Hevur tú hug at arbeiða í einum spennandi og avbjóðandi umhvørvi, har grundleggjandi sjúkrarøkt skal samantvinnast við háteknologi? So er møguleikin her.

Á intensivdeildini G1 á Bráðdeplinum á Landsjúkrahúsinum trý størv leys at søkja:

  • Tvey føst størv á brøki 1,0 til setan frá 01.04.2025 ella eftir nærri avtalu.
  • Eitt farloyvisstarv á brøki 1,0 til setan frá 01.04.2025 til 31.12.2025.

G1 er ein deild við fleiri serøkjum, sum umfata intensivdeild, viðrakning og skaðastovu/bráðmóttøku. Á G1 arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum  deildarleiðara og tveimum varaleiðarum við ábyrgd fyri sjúkrarøktini  og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini.

Intensivdeildin tekur ímóti øllum medisin- og skurðsjúklingum, sum hava tørv á intensivari røkt og viðgerð. Allir skurðsjúklingar, sum verða doyvdir, koma í viðrakning. Skaðastovan/Bráðmóttøkan móttekur allar bráðfengis  sjúkar sjúklingar.

kemur í mun til tørv og førleikar at hava ymiskar arbeiðsuppgávur innan serøkini á deildini.

Førleikakrøv:

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Telduførleika
  • Fyrimun hava umsøkjarar við intensivari serútbúgving ella kliniskum royndum innan serøkini á deildini

Vit vænta at tú:

  • Ert eldhugað/ur og hevur fakligan áhuga í viðgerð og røkt av sjúklingum við intensivum og bráðfeingis tørvi
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
  • Hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
  • Hevur møguleika at arbeiða í skiftandi vaktum, dag-, kvøld- og náttarvaktum, og í vikuskiftum

Vit bjóða:

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Fjølbroytt arbeiði og nógvar avbjóðingar
  •  Góða innleiðslu
  •  Samstarv, sparring og stuðul frá starvsfeløgum og deildarleiðslu

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hannu Helenu Weihe Simonsen, deildarleiðara, á lokal 5811, hanwe@ls.fo, ella Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara á lokal 5707, jonfo@ls.fo

Umsóknarfreistin er 10.03.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós