Ljósmøður til summarfrítíðarastørv
Familjudeplinum á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ljósmøðrum til summarfrítíðarstørv frá 01.06.2025 til og við 31.08.2025.
Um Barnakonueindina
Barnakonueindin er partur av Familjudeplinum. Virksemið á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primæra geiranum. Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing.
Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.
Eindin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.
Dentur verður lagdur á
- Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
- At kunna arbeiða sjálvstøðugt innan alt virkisøkið hjá ljósmøðrum
- At vera fleksibul í mun til skiftandi vaktir
- Góðan telduførleika
Vit bjóða
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir og funktiónsleiðara, tlf. 304500, lokal 5301 ella t-post ranch@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 05.03.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar