24 Læknaskrivarar 4

Læknaskrivari til Psykiatriska depilin

Ert tú læknaskrivari og tørvar nýggjar avbjóðingar og luftskifti, so er ein einastandandi møguleiki her.

Okkara lítla, men dugnaliga og framfýsna læknaskrivaratoymi á Psykiatriska deplinum tørvar ein nýggjan toymislim 01.04.2025 ella so skjótt tað liggur fyri. Hevur tú hug at arbeiða fulla tíð, so ber tað væl til  - og hevur tú hug at arbeiða niðursetta tíð, so finna vit eisini út av tí. Tað er umráðandi at vit laga arbeiðstíðirnar til tín tørv eisini.

Fyri aðru ferð í føroya søgu, so flytir psykiatriska viðgerðartilboði í nýmótans og nýbygd hølir. Tað hendi í 1969 tá flutt var inn á Eirargarði og tað hendir aftur seinni í ár, tá vit flyta í tann nýggja bygningin á Landssjúkrahúsinum. Tað gleða vit okkum til og eru spent upp á, at tú eisini kundi komið við.

Læknaskrivarauppgávurnar eru sera fjølbroyttar og vit leggja dent á at alt okkara arbeiði verður væl úr hondum greitt - og tí skalt tú duga tíni ting.

Tú skal hava útbúgving sum læknaskrivari og megna at samstarva við okkum í toyminum. Vit vilja hava ein læknaskrivara, sum dugir at tillaga seg broytingar og kann verða við til at skapa okkara nýggja arbeiðspláss.

Tú mást duga at samstarva við nógvar aðrar fakbólkar og duga at tillaga teg til ymsar arbeiðsuppgávur.

Vit kunnu bjóða tær at arbeiða á einum arbeisðplássi, har tað er góður møguleiki at fáa ávirkan á uppgávuloysnirnar og har vit hava virðing fyri hvørjum øðrum og ymiskleikanum okkara millum. 

Vit hava eisini góðar møguleikar at menna okkum í okkara arbeiði og so hava vit tað gott saman.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Tú kanst altíð venda tær til okkara fyri at frætta nærri um starvið og arbeiðsuppgávurnar og okkara fryntligi  leiðandi læknaskrivari, Maria í Túni, svarar tær fegin á tlf. 304500 - lokal 4110 ella mari@ls.fo

Umsóknarfreistin er 26.02.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós