31 Bygningar LS 1

Samskipari til útgreiningareindina fyri krabbamein

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum sóknast eftir samskipara at virka fyri og samskipa virksemið í komandi útgreiningareindini fyri krabbamein, ið verður staðsett í Medisinska deplinum, men skal røkka øllum heilsuverkinum. Samskiparin byrjar í starvinum 15.03.2025 ella eftir nærri avtalu.  

Um starvið
Nýggja starvið sum útgreiningarsamskipari fyri krabbamein er fulla tíð. Starvið fer fyrstu tíðina at fevna um at samskipa tilgongdina at menna útgreiningareindina fyri krabbamein - hetta í tøttum samstarvi við viðkomandi partar. Útgreiningareindin fer at taka móti øllum ávísingum fyri krabbamein og, í neyvum samráði við serøkini, at samskipa útgreiningartilgongdina, so hon verður so skynsom og skjót sum gjørligt. Tá útgreiningareindin er farin at virka, fer samskiparin at hava til uppgávu at bíleggja kanningar og samskifta við sjúklingar, sum eru ávístir við illgruna um krabbamein - hetta í samráð við avvarðandi serlæknar. Nýggja útgreiningareindin skal tryggja, at eingin dettur burturímillum og stuðla undir, at øll, sum eru ávíst til Sjúkrahúsverkið við illgruna um krabbamein, fáa eina einstáttaða og viðkomandi útgreiningartilgongd - og um krabbamein verður staðfest - eina góða og skjóta viðgerð. Útgreiningarsamskiparin fer at vísa til leiðandi læknaskrivara í Medisinska depli. Útgreiningareindin fer í fyrstu atløgu at verða mannað við samskipara og læknaligum ábyrgdara. 
 
Uppgávurnar eru:

  • At samskipa tilgongdina at menna eina útgreiningareind og skipa arbeiðsgongdirnar at miðsavna ávísingarnar fyri krabbamein
  • At samskipa útgreiningartilgongdina hjá ávístum sjúklingum við illgruna um krabbamein
  • At virka fyri einum góðum samstarvi millum allar partar í heilsuverkinum, ið eiga lut í krabbameinsútgreiningini
  • Samskifta við kommunulæknaskipanina um viðurskifti kring krabbameinsútgreining
  • Saman við øðrum hava ábyrgd fyri, at røttu hagtølini koma til vega

Førleikakrøv:

  • Viðkomandi heilsufakliga útbúgving

Ynskiligt er, at tú hevur:

  • Hegni at samskipa og lofta ymiskum arbeiðsuppgávum
  • Góðar samskiftisførleikar
  • Hug og áræði at átaka tær nýggjar uppgávur og seta teg inn í nýggj fakøki
  • Evni at samstarva tvørtur um serøki og fakbólkar
  • Fyrisitingarligt tev og ert skipað/ur
  • Royndir og vitan um sjúklingagongdir í Sjúkrahúsverkinum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv við avbjóðingum og møguleikum
  • Møguleika at fáa íblástur og royndir við at samstarva við samstarvsfelagar innan- og uttanlands
  • At arbeiða í einum toymi í Medisinska deplinum
  • At gera mun og flyta føroyska heilsuverkið fram á leið

Á Landssjúkrahúsinum eru áleið 30 læknafakligar sergreinar, og Medisinski depil fevnir um 14 teirra. Áleið 200 starvsfólk starvast í deplinum. 

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið

Nærri fæst at vita um starvið við at seta teg í samband við: 

  • Heidi á Høvdanum Andreasen, á teldupost: heia@ls.fo 
  • Jan Rasmussen, læknafakligur depilsleiðari, á teldupost: janra@ls.fo 

Umsóknarfreistin er 01.03.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreining og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós