Sjúkrarøktarfrøðingar til skurðseingjardeildina G4/H2
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir sjúkrarøktarfrøðingum.
Talan er um fýra størv:
- Tvey føst størv á brøk 0.8 í skiftisvaktum til setan 01.04.2025.
- Eitt farloyvisstarv á brøk 0.8 í skiftisvaktum til setan frá 01.04.2025 til 01.04.2026.
- Eitt farloyvisstarv á brøk 0.8 í skiftisvaktum til setan frá 01.04.2025 til 30.09.2025.
Deildin er ein kirurgisk seingjardeild. Vit veita røkt og viðgerð til sjúklingar innan ortopedi, parenkym, urologi, gynekologi, ONH og eygnasjúkum. Deildin hevur samanlagt pláss fyri 32 sjúklingum, við 22 plássum á G4 og 10 plássum á H2. Deildin fevnir eisini um Dagskurð. Setanarøkið og tænastan er í løtuni á G4/H2/Dagskurð á Skurðdeplinum.
Dentur verður lagdur á:
- Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
- Fakligan áhuga innan kirurgiska sjúkrarøkt
- Kreativitet og fleksibilitet
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á deildini
- At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
- Góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða:
- Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Upplæring á deildini
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgit Mohr, deildarleiðara, tlf. 304500 lokal 5064, t-post: birmo@ls.fo ella til Elin Vitalis, depilsleiðara, tlf. 304500 lokal 5102 ella t-post: elivi@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 09.03.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar, og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreining og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.