Um Steno Miðstøðina

Endamálið við Steno Miðstøðini er at tryggja borgarum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum bestu viðgerðina, umframt at arbeiða við at fyribyrgja sjúku.

Á Steno Miðstøðini arbeiða vit, umframt diabetes- og endokrinologiviðgerð, við betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking.

Arbeiðið á Steno Miðstøðini er lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden, og hoyrir Steno Miðstøðin til Medisinskt ambulatorium á Medisinska deplinum. Steno Miðstøðin fór til verka 1. januar 2023. 

Les meira um virksemið  á Steno Miðstøðini í ársfrágreiðingini niðanfyri.

Les um virkisætlanina hjá Steno Miðstøðini niðanfyri.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós