Læknaskrivara til Skurðdepilin
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara at byrja 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1.0.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av ambulantum virksemi og virksemi á skurðgongini, skriving, visitering og kvøldvaktir á Skaðastovuni.
Serøkini á skurðdeplinum eru Oyrna-Næsa-Háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, Ortopædkirurgi, Parenkymkirurgi, Urologi og Mammakirurgi og Skurðambulatoriið.
Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin og Trio.
Dentur verður lagdur á
- Útbúgving sum læknaskrivari
- Royndir innan Cosmic, Mirsk, Office
- Góðan telduførleika
- At tú dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivligt og munnligt
- At tú trívist við toymissamstarvi, men eisini megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- At tú trívist í einum skundmiklum gerandisdegi við nógvum arbeiðsuppgávum
Vit bjóða
- Felags innleiðslu og upplæring á deildini
- Góðar starvsfelagar og gott samanhald
- Eitt áhugavert arbeiðsøkið í støðugari menning
- Tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar, o.o.
- Møguleika fyri fakligari og persónligari menning
Vit samstarva í toymum og raðfesta høgt, at samansetingin av starvsfólki, samstarvi og trivnaðurin í toymunum riggar væl.
Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv, bæði innan- og uttanlands, og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey er við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð.
Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd bæði til arbeiðið og hvønn annan, og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.
So um tú trívist við toymisarbeiði, dámar tvørfakligt samstarv, brennur fyri menning og broyting innan fakøkið, dámar ein litríkan og fjøllbroyttan gerandisdag, við skiftandi arbeiðsuppgávum, so er tú rætti skrivarin til okkum.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heidi R. Vatnsdal, leiðandi læknaskrivari á skurð, á tlf. 304500 lokal 5801.
Umsóknarfreistin er tann 03.02.2025
Vinarliga søk starvið her.
Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.