Viðgerð fyri Karpaltunnilsyndrom
Karpaltunnilsyndrom kemur av øktum trýsti á stóru nervina, ið fer framvið handliðinum. Nervin gongur gjøgnum ein smalan tunnil saman við boyggispengurnum út í fingrarnar og kann her vera fyri øktum trýsti.
Eyðkenni er pína og prikan út í hondliðin og út í ein ella fleiri fingrar uttan lítlafingurin. Eisini kann sovandi kensla merkjast. Ringast er ofta um náttina.
Hevur trupulleikin verið leingi, kann vera, at kenslan í fingrunum er minni enn vanligt og hevur við sær manglandi megi, serliga í tumlinum.
Orsøkin er oftast ókend. Orsøkir, ið kunna nevnast, eru, um tú ert við barn, skaði eftir hondliðsbrot, liðagikt ella tungt arbeiði.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Um eyðkennini eru komin í sambandi við tungt arbeiði, kann mann í fyrsta umfari royna at spara hondina og evt. brúka handliðsskinnara.
Um støðan ikki batnar, kann skurðviðgerð koma uppá tal.
Undir viðgerð
Hondin skal vera rein og uttan sár. Vanliga verður skurðviðgerðin gjørd ambulant í lokaldoyving.
Tað stramma liðbandið, ið trýstir á nervina verður skorið gjøgnum ein S-formaðan skurð í húðina við handliðin.
Húðin seymast við 6-8 pentum.
Á sárið verður lagt plástur og umbinding.
Eftir viðgerð
Tað er umráðandi, at tú heldur hondina uppeftir og boyggir og strekkir fingrarnar javnan. Hetta fyribyrgir, at hondin hovnar, og at tú fært pínu. Pína kann viðgerðast við handkeypsmedisin, so sum 2 panodil 3-4 ferðir um døgnið.
Umbindingin kann takast av aftaná 2 døgn. Lat plástrið vera á, so leingi tað er turt. Annars skal tað skiftast.
Tað má ikki koma vatn at sárinum, fyrr enn tað er turt. Hetta tekur uml. 3-4 dagar. Tað kann nú gott gerast vátt, men haldið ikki hondini undir vatni og nýt ein plastikkposa um hondina, tá ið tú fert í bað.
Tá umbindingin er tikin, kann hondin brúkast sum vanligt, tó innan pínumarkið.
Sjúkramelding
Lættari arbeiði kann gerast aftaná 2-3 vikur, men um tú hevur tungt arbeiði kann sjúkramelding í 4-6 vikur blíva neyðug.
Burturtøka av pentum
Tá 14 dagar eru gingnir skulu penturnar takast hjá kommunulækna.
Trupulleikar aftaná skurðviðgerð
Vanliga hvørvur eymleikin á arrinum aftaná nakrar vikur. Hart trýst móti handflatuni ella stór bendan í handliðinum kann tó geva pínu í fleiri mánaðir.
Vanliga minkar pínan í fingrunum rættiliga skjótt eftir skurðviðgerðina. Kensluleysi hvørvur ikki altíð við somu ferð.
Um nervin hevur verið undir trýsti í langa tíð, kunnu mánaðir ganga, áðrenn kenslan kemur aftur í fingrarnar. Einstakir sjúklingar, serliga tilkomin fólk, fáa ongantíð kensluna rættiliga aftur.
Sum við øllum øðrum skurðviðgerðum er ein lítil vandi fyri bruna í sárinum, men álvarsligar komplikatiónir henda hjá minni enn 1 % av sjúklingunum.
Samband
Deild
Skurðambulatoriið á LandssjúkrahúsinumHædd 3, bygningur B
Leiðandi starvsfólk
Mildrid Rasmussardóttirmilra@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.