Viðgerð fyri Karpaltunnilsyndrom
Karpaltunnilsyndrom kemur av øktum trýsti á stóru nervina, ið fer framvið handliðinum. Nervin gongur gjøgnum ein smalan tunnil saman við boyggispengurnum út í fingrarnar og kann her vera fyri øktum trýsti.
Eyðkenni er pína og prikan út í hondliðin og út í ein ella fleiri fingrar uttan lítlafingurin. Eisini kann sovandi kensla merkjast. Ringast er ofta um náttina.
Hevur trupulleikin verið leingi, kann vera, at kenslan í fingrunum er minni enn vanligt og hevur við sær manglandi megi, serliga í tumlinum.
Orsøkin er oftast ókend. Orsøkir, ið kunna nevnast, eru, um tú ert við barn, skaði eftir hondliðsbrot, liðagikt ella tungt arbeiði.