Grøn Øki2

Hevur tú grønar fingrar?

Suðuroyar Sjúkrahús sóknast eftir einum starvsfólki, ið kann fríðka um og halda grøna økið kring sjúkrahúsið vakurt.

Talan er um tímalønt starv við einari miðal arbeiðstíð á 20 tímar pr. viku í tíðarskeiðinum 1. mai til 30. september 2025.

Uppgávurnar eru at sláa gras, lúka ókrút, klippa trø og tað, ið annars verður mett neyðugt fyri eitt vakurt grønt øki.

Vit vænta at tann, ið verður settur, er:
• álítandi
• arbeiðssamur 
• røkin.

Vit kunnu bjóða: 
• skipaði viðurskifti
• góðar arbeiðsumstøður 
• ávirkan á egnar uppgávurnar.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Mikkjal Bærendsen, maskinmeistara tlf. 34 33 00.

Løn og setanartreytir eru eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.

Er hetta nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum eina umsókn til starv@ssh.fo í seinasta lagi  13. apríl 2025.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós