Margretha Og Doptona

Ljósmøður til Barnakonueindina

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir ljósmøðrum til Barnakonueindina.

Talan er um:

  • Eitt fast starv á brøk 0,8 við starvsbyrjan 01.06.2025.
  • Eitt barsilsvikariat á brøk 0,8 við starvsbyrjan 01.06.2025 fram til 31.08.2026.

Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki, Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Um Barnakonueindina
Virksemi á Barnakonueindini er staðsett á Landssjúkrahúsinum og úti í primær geiranum. Virkisøkið er viðgonga, føðing og eftirføðing. Endamálið er at veita viðgerð og røkt til barnakonur/mammur, nýfødda barnið og familjuna sum heild. Hetta verður gjørt í tøttum tvørfakligum samstarvi millum fakbólkarnar, sum eru knýttir at eindini og í heilsuskipanini annars.

Eindin er eitt spennandi og mennandi starvsstað við nógvum framtíðaravbjóðingum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • Viðtalur á Landssjúkrahúsinum og kring landið, bæði í viðgongutíðini og eftir føðing
  • At vara av innløgdum barnakonum
  • At vara av barnakonum og avvarðvaraandi undir føðing
  • At vara av mammu, barni og nýggju familjuni dagarnar eftir føðing
  • Heimavitjanir
  • Føðifyrireiking

Dentur verður lagdur á:

  • Prógv og góðkenning sum ljósmóðir
  • Góð samstarvsevni og eitt opið og jaligt sinni
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
  • Ynski um at arbeiða innan alt virkisøkið
  • Smidleika í mun til vaktir og vilja til at taka eyka tak tá tørvur er á tí
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Royndir innan viðgongu, føðing og barsil
  • Evni at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
  • Hug til fakliga menning og avbjóðingar
  • Góðan telduførleika

Vit bjóða:

  • Felags innleiðslu fyri nýsettum starvsfólkum, umframt innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ljósmøðrafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fást við at ringja til Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir í Funktiónsleiðslu, tlf. 304500 lokal 5301.

Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.

Umsóknarfreistin er tann 21.04.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Norðanlond og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður í starvinum.

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós