Psykiatrisk fysioterapi

Ambulantir og innlagdir sjúklingar, ið eru atknýttir Psykiatriska deplinum, kunnu ávísast til fysioterapi av psykiatara ella lækna á psykiatriska deplinum. Allir ávístir sjúklingar verða kannaðir og fáa hóskandi fysioterapeutiska viðgerð. 

Fokusið í psykiatriskari fysioterapi er at stuðla tær í at skilja samanhangin ímillum kropp og psyku, hvussu hesi hanga saman og ávirka hvønn annan. At hava fokus á tínar eginleikar og at arbeiða víðari út frá teimum.

Viðgerðin lættir um angist, tunglyndi, vøddaspenning, svøvnólag, órógv, strongd, og hon betrar um  kropsfatan, sjálvsvirði, sjálvsálit og sosialar førleikar. 

 

Viðgerðin verður skipað sum einsæris viðgerð og bólkaviðgerð.

Psykiatrisk fysioterapi inniheldur millum annað hesi tilboð: 

  • Grounding 

  • Handaviðgerð 

  • Samlandi og kropsavgreinsandi viðgerð 

  • Konditiónsvenjing 

  • Styrkivenjing 

  • Boksing 

 

Serviðgerð 

Basic Body Awareness Therapy (BBAT) - einsæris og í bólkum.  

 

BBAT er ein viðgerðarháttur, ið er samansettur av einføldum gerandisrørslum í róligum tempo. Rørslurnar ger teg tilvitaða/m um kroppin, og hvussu hann virkar. 

BBAT økir um rørslukvalitetin, og harvið styrkist kropsliga javnvágin, andadrátturin og nærveran í gerandisdegnum. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós