Doyving til vaksin
Í sambandi við innlegging verður ein sjúklingajournal skrivað. Anæstesilæknin lesur hana og kunnar seg um tína heilsu, hvønn heilivág tú tekur og møguligt ovurviðkvæmi, umframt rúsdrekka– og roykivanar.
Hesar upplýsingar hava týdning fyri, hvørja doyving tú skalt hava. Hevur tú verið doyvd/-ur fyrr og hevur havt hjáárin av doyvingini, er umráðandi at tú greiðir frá hesum.
Anæstesilæknin ger av, hvørja doyving tú skalt hava. Hevur tú spurningar viðvíkjandi doyving, kanst tú umvegis sjúkrarøktarfrøðing á deildini fáa samband við anæstesilækna.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tað er sera umráðandi, at magin er tómur undan skurðviðgerðini. Annars er vandi fyri at spýggja undir doyvingini.
Tú skalt einki eta 6 tímar undan skurðviðgerðini, tó kanst tú drekka 1-1½ glas av vatni ella saft 2 tímar undan doyvingini.
Royking:
Tú mást ikki roykja 6 tímar fyri skurðviðgerðina, tí hetta økir um slím í andaleiðini.
Vanliga fært tú pínutablettir fyri skurðviðgerðina og um neyðugt eisini sissandi heilivág. Tekur tú heilivág dagliga, skalt tú bert taka hann, um anæstesilæknin ella læknin hevur givið boð um tað.
At hava við á Skurðgongina
Brúkar tú brillur, hoyritól ella hevur tú tannprotesu, skalt tú hava tey við á skurðgongina, soleiðis at tað er lættari at samskifta við teg. Starvsfólkið hevur hjálpitólini í varðveitslu, meðan skurðviðgerðin fer fram.
Lat hetta liggja eftir:
- Pening
- Ur, ringar, hálsketur, oyraringar og aðrar prýðislutir
- Kontaktlinsur
- Smyrsl og neglalakk
Ofta settir spurningar
Er doyving vandamikil?
Tað er trygt at verða doyvd/ur. Vælútbúgvið starvsfólk innan anæstesi er alla tíðina hjá, meðan skurðviðgerðin fer fram. Er annað áfatt, enn tað ein skal skurðviðgerast fyri, t.d. hjartasjúka, er váðin eitt sindur størri fyri, at komplikatiónir kunnu koma fyri í sambandi við doyvingina. Um so er, greiðir anæstesilæknin tær nærri frá váðanum.
Hvørjar fylgjur kunnu koma í sambandi við ryggdoyving?
Tað eru fá, færri enn 2 %, ið fáa høvuðpínu í sambandi við ryggdoyving, eisini rópt spinal-anæstesi. Viðgerðin fyri slíka høvuðpínu er í flestu førum seingjarlega, ríkiligt at drekka og høvuðpínutablettir. Er høvuðpínan serliga ring, kann anæstesilæknin viðgera hesa.
Hvussu við spýggju í sambandi við doyving?
Tað eru sjúklingar, ið hava vaml og eisini spýggja í sambandi við doyving, men til ber at viðgera henda trupulleikan við heilivági .
Hvussu við pínu eftir skurðviðgerðina?
Anæstæsilæknin ger eina ætlan um, hvørja pínuviðgerð tú skalt hava eftir skurðviðgerðina. Pínuviðgerðin byrjar, meðan tú enn ert doyvd/-ur.
Undir viðgerð
Sjúkrarøktarfrøðingar á anæstesi- og skurðdeildini taka ímóti tær og spyrja um navn, føðingardag, ovurviðkvæmi o.a. Hetta verður gjørt fyri at tryggja allar neyðugar upplýsingar um teg.
Inni á skurðstovuni kemur tú at liggja á skurðlegu. Síðani verður eitt dropp lagt í eina æðr í arminum, so at saltvatn og neyðugur heilivágur kann latast til doyvingina. Blóðtrýstmasjett verður løgd um yvirarmin, klisturmerki og elektrodur verða sett á bringuna til yvirvaking av hjartanum. Eisini verður ein súrevnismátari settur á fingurin.
Tá hetta er gjørt, er klárt at doyva til fulla ella lokala doyving.
Vælútbúgvið starvsfólk innan anæstesi er alla tíðina hjá og ansar eftir, meðan skurðviðgerðin fer fram.
Full doyving
Doyvandi heilivágur verður sprændur í droppið, og tú sovnar eftir lítlari løtu. Tú svevur undir allari skurðviðgerðini uttan at kenna pínu.
Tá skurðviðgerðin er av, vekja vit teg úr doyvingini og geva tær pínustillandi medisin.
Frá skurðstovuni verður tú flutt/ur í viðrakningarstovuna.
Lokal doyving
Doyving av likamslutinum/staðnum, ið skal skurðviðgerðast. Sjúklingurin svevur ikki.
Í sambandi við doyving av einum avmarkaðum øki, verður doyvandi heilivágur sprændur beinleiðis í staðið, ið skal skurðviðgerðast. Eftir hesa doyving verður sjúklingurin aloftast fluttur aftur á seingjardeildina ella á viðrakningarstovuna.
Í sambandi við lokaldoyving ert tú vakin og uttan pínu, meðan skurðviðgerðin fer fram. Tó kann merkjast, at nortið verður við viðgjørda staðið. Er neyðugt, kanst tú fáa sissandi heilivág, so tú durvar eina løtu. Á anæstesideildini er møguleiki fyri lurta eftir tónleiki, meðan skurðviðgerðin fer fram.
Ryggdoyving
Í sambandi við ryggdoyving verður lokaldoyvandi heilivágur sprændur inn í ryggin (spinal – ella epiduralrúmið), har tað blokerar nervarnar og soleiðis doyvir tann partin av kroppinum, ið skal skurðviðgerðast í umleið 3-4 tímar.
Sjúklingar, ið eru ryggdoyvdir, verða fluttir í viðrakningarstovuna.
Í sambandi við lokaldoyving ert tú vakin og uttan pínu, meðan skurðviðgerðin fer fram. Tó kann merkjast, at nortið verður við viðgjørda staðið. Er neyðugt, kanst tú fáa sissandi heilivág, so tú durvar eina løtu. Á anæstesideildini er møguleiki fyri at lurta eftir tónleiki, meðan skurðviðgerðin fer fram.
Eftir viðgerð
Tá skurðviðgerðin er av, verður tú flutt/ur í viðrakningarstovuna ella beinleiðis á seingjardeildina. Í stovuni er sjúkrarøktarfrøðingur, sum alla tíðina fylgir við, hvussu tú hevur tað. Tú fært eitt katetur í nøsina við súrevni, og blóðtrýst, hjartasláttur, andadráttur, møgulig pína og vaml verða kannað. Er neyðugt verður viðgjørt við heilivági. Tá tú ert heilt vakin og hevur tað gott, verður tú flutt/ur frá viðrakningarstovuni og aftur á seingjardeildina. Kunning um skurðviðgerðina ella kanningina fært tú, tá tú ert komin aftur á seingjardeildina.
Eftir fulla doyving mást tú ikki koyra bil restina av degnum.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Agnete Vestergaardagnete@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.