Undirvísing til familjur hjá fólki, ið hava fingið eina demenssjúku 2024
Endamálið er, at familjan fær eina grundleggjandi vitan um demens. Eftir summar 2024 verður undirvíst hesar dagar frá klokkan 13.30-15.30:
Byrjandi demens:
- 13. september
- 22. november
Miðal/svær demens:
- 30. august
- 25. oktober
- 6. desember
Staðsetingin er á Demensklinikkini á Eirargarði 19 á Landssjúkrahúsinum.
Tað er ókeypis at luttaka.
Fyri at melda til, verður víst til kontaktpersón á Demensklinikkini. Kontaktpersónurin vegleiðir tykkum í, hvør undirvísing riggar best til tykkara støðu. Viðmerki hvussu nógv tit verða, og hvørjum tit eru avvarðandi hjá.
Seinasta freist at melda til er eina viku áðrenn undirvísingina.
Um tit hava spurningar, eru tit vælkomin at ringja á Demensklinikkina á telefon 304500, lokal 4460 ella halje@ls.fo.
Vinarliga Demensklinikkin