Summarfundur á Landssjúkrahúsinum við læknalesandi
Aftur í ár skipar Sjúkrahúsverkið fyri summarfundi við tey læknalesandi. Fundurin verður hildin hósdagin tann 11. juli kl. 13 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Knapt 100 føroyingar lesa til lækna uttanlands. Hesi lesa í Keypmannahavn, Aarhus, Aalborg, Odense og í Póllandi.
Seinnu mongu árini hevur verið skipað fyri fundi á Landssjúkrahúsinum við tey læknalesandi, har tey lesandi hava høvið at kunna seg um Sjúkrahúsverkið sum arbeiðspláss, og hvørjir møguleikar eru fyri útbúgvingarstørvum heima í Føroyum.
Fyri Sjúkrahúsverkið er fundurin ein góður møguleiki at halda samband við tey læknalesandi, sum ofta eru uttanlands í mong ár. Framvegis er læknatrot í Føroyum, og tí er umráðandi at varðveita góðu sambondini.
Skráin fyri fundin er hendan:
- Elin Holm, forkvinna í Útbúgvingarnevndini, greiðir frá status viðvíkjandi útbúgvingarmøguleikum hjá læknum á Landssjúkrahúsinum.
- Tummas í Garði, varastjóri, greiðir frá HÚ fleksstørvum.
- Læknar hava framløgu um sína útbúgvingargongd:
Maria Winther Dalsgaard, KBU lækni.
Billa Foldbo, lækni í introstarvi í oto-rhino-laryngologi
Marin í Dali, lækni í HÚ í almennum medisini
Jón Clementsen, yvirlækni í ortopædkirurgi
- Spurningar frá læknalesandi.
Vit vóna at síggja nógv læknalesandi. Tilmelding er ikki neyðug.