Matleivdir frá Landssjúkrahúsinum verða til elorku
Køkurin á Landssjúkrahúsinum er millum stóru matframleiðarunum í Føroyum. Slóðbrótandi samstarv hevur við sær, at matleivdir ikki fara fyri skeyti.
Køkurin ger slakar 300 døgurðar hvønn dag til sjúklingar, starvsfólk og onnur, sum støkka in á gólvið at keypa sær ein bita. Eisini eru útvið 100 fólk hvønn gerandisdag og fáa sær úr salatbarrini á sjúkrahúsinum.
Í eina tíð hevur Landssjúkrahúsið samstarvað við Tórshavnar kommunu um at flyta matleivdir niðan á biogassverkið Førka, sum Bakkafrost eigur. Á verkinum eru útgerð
at taka ímóti matleivdum og gera um til el, hita og tøð.
Á Landssjúkrahúsinum hava vit gjørt nýggjar mannagongdir og farin at skilja lívrunnið burturkast. Køkurin hevur ognað sær eina serliga kvørn til endamálið, sum kvarnar matleivdirnar, áðrenn tær verða savnaðar í einum tanga. Tórshavnar kommuna tømir tangan við jøvnum millumbilum og flytur matleivdirnar niðan á Førka.
Vit vóru við og tóku nakrar myndir herfyri, tá tangin á Landssjúkrahúsinum varð tømdur.