Maria Skaalum Petersen heldur professarafyrilestur
Fríggjadagin 16. februar kl. 15:00 heldur Maria Skaalum Petersen almennan professarafyrilestur í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya á Vestaru Bryggju í Havn.
1. septembur 2023 varð Maria Skaalum Petersen, granskari og leiðari í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, tilnevnd adjungeraður professari í heilsuvísindum á Deildini fyri heilsu-og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Sum siður er, heldur hon í tí sambandi almennan professarafyrilestur í Kongshøll.
Fyrilesturin hevur heitið Epidemiologisk gransking við vídd – úrslit frá egnari gransking.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og eftir fyrilesturin bjóðar Setrið ábit.