Kunningarkvøld um Lichen Sclerosus á Landssjúkrahúsinum
Hvørt ár fáa fleiri kvinnur staðfest Lichen Schlerosus, sum er ein kronisk húðsjúka í undirlívinum. Uttan viðgerð kann hendan húðsjúkan ávirkað lívsgóðskuna, og har av eisini samlívið hjá kvinnuni.
Sjúkur í undirlívinum eru ofta umfevndar av tabu, og tí er vitanin til hjálp og viðgerðir oftani lítil og ongin.
Tann 29. august kl. 19 í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum skipar Gynækologiska ambulatoriið á B3 fyri einum kunningarkvøldi, har ljós verður varpað á Lichen Sclerosus.
Kvøldið er ætla øllum, ið hava áhuga at vita meira um Lichen Sclerosus, viðgerðar møguleikar og avleiðingar, ið sjúkan kann føra við sær.
Framløgufólk eru
- Mette Meinert (gynækologur)
- Bjørt Lind (kliniskur sexologur)
Apotekið verður eisini við og vísir ymiskar vørur framm.
Øll eru hjartaliga vælkomin