2019 02 Lsh 074

Kunning til foreldur og avvarðandi: Tað er bert ein bíðirøð í barna- og ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum

Mongu ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatriina seinnu árini hava havt við sær, at bíðitíðin at koma til framat er sera drúgv. Í løtuni er metta bíðitíðin 24 mánaðir.

Tað skerst ikki burtur, at bíðitíðin setur foreldur, sum einans ynskja tað besta fyri síni børn, undir trýst. Landssjúkrahúsið hevur seinastu tíðina lagt til merkis, at fleiri foreldur velja at rinda fyri útgreiningar privat, bæði í Føroyum og í Danmark.

Landssjúkrahúsið skal við hesum gera greitt, at tað er bara ein bíðirøð í barna – og ungdómspsykiatriini. Til ber tí ikki at koma fram um í bíðirøðini, hóast tú hevur verið til útgreiningar á privatum sjúkrahúsi uttanlands ella privatstarvandi serlækna.

Øll børnini, sum hava eina ávísing, koma framat til útgreiningar eftir tørni. Møguligar útgreiningar, sum eru gjørdar privat, koma við í metingini á Landssjúkrahúsinum, tá barnið verður útgreinað. Tað hevur sannlíkt við sær, at sjálv útgreiningartilgongdin verður stytt.

Á Landssjúkrahúsinum skal atgongdin til tænasturnar í barna- og ungdómspsykiatriini vera eins fyri øll, og byggja á eina fakliga meting av heilsustøðuni hjá tí einstaka.

Mannagongdin fær gildi frá í dag, mánadagin 18. september 2023.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós