Jón Rói

Jón Rói útbúgvin serlækni í almennum medisini

Í dag hevur verið ein lítil móttøka har umboð frá stjórn fingu heilsa uppá Jón Róa í samband við at hann nú er liðugur.

Jón Rói hevur tikið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hann hevur verið í ymiskum læknaviðtalum. 

Jón Rói hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Arnhold Jensen í Norðoya læknadømi, hjá kommunulækna Djóna Sandberg Joensen í Vága læknadømi og teir seinastu 7 mánaðarnar í viðtaluni hjá Bjarna Wardum, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.

Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark. 

Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.

Í løtuni eru 13 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Í 2025 verða eftir ætlan 5 læknar útbúnir sum serlæknar í almennum medisini.

Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.

Á myndini eru Gunnvá Guttesen, varastjóri, Jón Rói Winther Jacobsen, serlækni í almennum medisini og Steinar Eirikstoft, forstjóri.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós