Avtala um Universitetssjúkrahús undirskrivast
Tíðindafundur verður í Kongshøll á Vestaru Bryggju í Havn mikudagin 26. juni klokkan 15:30.
Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya fara mikudagin at skriva undir avtalu um samstarv, sum skal verða grundarlag undir einum munadyggum og granskingar-grundaðum heilsuverki á høgum altjóða stigi.
Endamálið við avtaluni er at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Harumframt skal avtalan styrkja um góðsku og evidens í tilboðum um heilsufremjan, fyribyrging, diagnostikk, viðgerð, røkt og endurvenjing til gagns fyri sjúklingar í heilsuverkinum.
Við hesi avtaluni um samstarv kunnu Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið formliga samstarva um heilsugransking, víðariútbúgving og undirvísing.
Eisini er endamálið at tryggja best møgulig útbúgvingartilboð til lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á heilsufakliga økinum eftir tí tørvi, sum er í Føroyum.
Ein týðandi lutur í avtaluni er at seta upp felags mál, sum partarnir skulu leggja dent á í royndunum at tryggja starvsfólkunum og teimum lesandi í starvsvenjing so góðar karmar sum gjørligt.
Avtalan fer at styrkja bæði Sjúkrahúsverkið og Fróðskaparsetur Føroya.
Skráin fyri tíðindafundin:
-
Vælkomin
-
Birita Ludvíksdóttir, løgfrøðiligur ráðgevi í Heilsumálaráðnum, greiðir frá álitinum um universitetssjúkrahús, sum hon samskipaði
-
Maria Skaalum Petersen, leiðari á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, greiða frá avtaluni
-
Avtalan verður undirskrivað
-
Spurningar og umrøða
-
Myndatøka
Tit eru øll hjartaliga vælkomin á tíðindafundin í Kongshøll.
(Mynd: Fróðskaparsetur Føroya)