Ásla útbúgvin serlækni í almennum medisini
Ásla Janfríð Joensen hevur lokið 4 ½ ára serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum og hjá kommunulæknaskipanini, har hon hevur verið í ymiskum læknaviðtalum.
Ásla hevur verið ávikavist hjá kommunulækna Kára Rasmussen, sála í Skálafjarðar læknadømi, hjá kommunulæknunum Signhild Petersen og Heina Harryson, í Eiðis læknadømi og nú tað seinasta árið hevur hon verið í viðtaluni hjá Turið Holm Johannessen, kommunulækna í Suðurstreymoyar læknadømi.
Í Føroyum er útbúgving av serlæknum í almennum medisini skipað í samstarvi millum Landssjúkrahúsið, Kommunulæknaskipanina og Videreuddannelsesregion Øst í Danmark.
Útbúgvingartíðarskeiðið fevnir um ymiskar kliniskar starvstíðir á sjúkrahúsi og í kommunulæknaviðtalu, umframt eina røð av skeiðum v.m. í Danmark og í Føroyum.
Í løtuni eru 12 læknar undir útbúgving til kommunulækna. Ásla er tann triði læknin, ið verður liðug í ár. Tann næsti læknin verður eftir ætlan liðugur 29. februar 2024.
Landssjúkrahúsið fegnast um at verða við til at útbúgva nýggjar kommunulæknar.
Á myndini eru Tummas í Garði, varastjóri, Steinar Eirikstoft, forstjóri, Ásla Janfríð Joensen, serlækni í almennum medisini, Turið Holm Johannesen, serlækni í almennum medisini og samskipari fyri útbúgvingina av yngri læknum innan almen medisin, Elin Holm, yvirlækni og forkvinna í Útbúgvingarnevndini fyri læknar á Landssjúkrahúsinum og Gunnvá Guttesen, varastjóri