Venjing eftir krabbamein
Í Ergo- og fysioterapiini bjóða vit venjingar til krabbameinssjúklingar. Vit móttaka eina ávísing frá tínum kommunulækna ella sjúkrahúslækna. Venjingin gongur fyri seg í nakrar vikur í senn. Venjingarnar eru alt eftir tørvi.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Kommunulækni ella sjúkrahúslækni senda ávísing til Ergo- og fysioterapiina. Tú venur í bólki ella sum einstaklingur saman við fysioterapeuti, sum leggur eina venjingarætlan til rættis. Venjingarætlanin verður fylgd í 6-12 vikur í Ergo- og fysioterapiini.
Undir viðgerð
Ein fysioteraputur kemur at standa fyri venjingini og at fylgja gongdini. Vit byrja við eini sjúkrasøgu, sum gevur okkum eina mynd av tíni kropsligu støðu. Vit leggja okkum eftir at venja styrki og rørslu. Vit arbeiða eisini við bindivevnaðinum, serliga um tú ert skurðviðgjørd fyri bróstkrabba.
Eftir viðgerð
Tú fært í boði at koma aftur til venjing. Vit miða ímóti at fáa teg inn at venja tvær ferðir árliga í 8-12 vikur. Tú vendir tær tískil til kommunulæknan, sum endurnýggjar tína ávísing. Øll, ið enda sína venjing, fáa eina venjingarætlan við sær heim. Hetta er viðlíkahaldsvenjing, sum vit hava gjøgnumgingið gjølla.
Uppfylging
Tú fært eini telefonboð, tá tíð er til at byrja venjingina aftur. Tú venur í bólki ella sum einstaklingur. Mannagongdin er hin sama sum frammanundan. Vit venja í 6-12 vikur.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðaribenadicta@ks.fo Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.