Suðuroyar Sjúkrahús

Vatnlátskanning

Í einari vatnlátskanning verður vatnið latið í eitt ílat. Síðani verða virði skrásett, ið kunnu brúkast til at meta um møguligar trupulleikar við vatnlátinum og viðgerðarmøguleikar í hesum sambandi.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tað er umráðandi at drekka nógv vatn áðrenn kanningina. Møt tí upp við fullari bløðru. Um hetta ikki er møguligt, fæst okkurt drekkandi frá okkum, og tú kemur at sita og bíða, til tú ert bløðrusprongdur. Tað kann taka rúma tíð.

Undir kanning

Í eini vatnlátskanning verður vatnið latið í eitt ílat. Síðani verða virði skrásett, ið kunnu brúkast til at meta um møguligar trupulleikar við vatnlátinum og viðgerðarmøguleikar.

Hendan kanning verður hildin upp ímóti einari UL-skanning av bløðruni, sum verður gjørd beinanvegin, so metast kann um, hvussu væl bløðran verður tømd.

Eftir kanning

Eftir kanningina, kemur læknin at tosa við teg um kanningarúrslit og møguliga viðgerð víðari.

Uppfylging

Um læknin metur at tað er tørvur á uppfylgjan, fært tú boð um eina nýggja tíð.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós