Vatn- og sáðbrokkur
Skurðviðgerð fyri vatnbrokk ella sáðbrokk í punginum verður gjørd undir fullari doyving.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Sjúklingurin verður innlagdur á seingjardeildina dagin fyri skurðviðgerðina.
Sjúklingurin verður kunnaður um, hvussu hann skal fyrihalda seg fram til skurðviðgerðina (sí sjúklingavegleiðing um reinføri undan skurðviðgerð “10 góð ráð”).
Undir viðgerð
Sjúklingurin møtir fastandi á skurðdeildini og fær sjúkrahúsklæðir og song at liggja í.
Narkosusjúkrarøktarfrøðingurin tekur ímóti og ger sjúklingin kláran til skurðviðgerðina (sí kunning um fulla doyving).
Eftir viðgerð
Sjúklingurin kann rokna við, at strømm umbinding verður løgd á pungin, sum skal liggja á í nakrar tímar.
Skurðurin verður seymaður við pentum, sum skulu takast úr hjá kommunulækna eftir umleið 10 dagar.
Vanliga er ikki neyðugt við sjúkramelding.
Uppfylging
Vanliga er ongin uppfylging.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Agnete Vestergaardagnete@ssh.fo
Samband
Deild
Seingjadeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Lisbet Jacobsenlisbet@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.