Ultraljóð Biopsi
Landssjúkrahúsið

Ultraljóð vegleidd vevnaðarroynd (biopsi)

Til eina ultraljóð skanning verða ljóðbylgjur nýttar til at skapa myndir av gøgnunum. Ein sokallaður transdusari sendir og móttekur ljóðbylgjur, sum tólið síðani ger um til myndir.

Ultraljóð kann eisini verða nýtt sum vegleiðing til at taka eina vevnaðarroynd (biopsi) av ymsum gøgnum.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tú verður biðin um at møta á G4 kl. 07.30 kanningardagin.

Møt fastandi
Tað er umráðandi at tú møtir fastandi á G4. Ert tú ikki fastandi, kunnu vit verða noydd at útseta/avlýsa kanningina, og tí er týdningarmikið, at tú fylgir boðunum. Tú skalt vera fastandi í minsta lagið 6 tímar innan kanningina.

Heilivágur
Tekur tú blóðtynnandi heilivág, skalt tú venda tær til ávísandi lækna/ambulatorium fyri at tryggja, at royndin kann takast uttan vanda fyri bløðing. Møguliga verður tú biðin um at steðga við blóðtynnandi heiliváginum nakrar dagar frammanundan. Avtala samstundis nær tú kanst byrja at taka blóðtynnandi heilivágin aftur.

Tak blóðroyndir
Okkum tørva hesar blóðroyndir innan kanningina:

  • Hæmoglobin (Hgb)
  • Trombocyttar
  • INR
  • BAS-test

Blóðroyndirnar mugu ikki vera eldri enn 2 dagar. Tú skalt venda tær til ávísandi lækna/ambulatorium, sum skal útflýggja blóðroyndarseðilin.

Undir kanning

Ein røntgenlækni kannar fyrst økið, og skapar sær eitt yvirlit yvir besta háttin at taka vevnaðarroyndina. Undir sterilum umstøðum, fært tú lagt lokaldoyving, soleiðis at tú ikki merkir pínu tá ið royndin skal takast. Tú merkir eitt prik, og tað kann spenna eitt sindur undir húðini. Tá ið lokaldoyvingin virkar, verður biopsi nálin stungin inn,
haðani royndin skal takast. Tað hoyrist eitt "klikk" ljóð frá biopsi nálini tá ið royndin verður tikin, men tú eigur ikki at merkja nakra pínu. Síðani verður royndin koyrd í eitt ílat, og send til greiningar.

Kanningin tekur uml. 1 tíma tilsamans, og tú ert vælkomin at hava avvarðandi við.

Eftir kanning

Tú fert seingjaliggjandi frá Røntgendeildini upp á G4/H2, har tú skalt eygleiðast fyri at tryggja, at eingin bløðing er. Tú skalt framvegis verða fastandi. Blóðtrýst og pulsur verða mátað við jøvnum millumbilum, og starvsfólk á deildini boðar tær frá, nær tú kanst fara upp at ganga og eta aftur.

Starvsfólkini taka umframt støðu til, nær tú kanst útskrivast. Innleggingartíðin valdast, hvaðani vevnaðarroyndin er tikin og um komplikatiónir eru. Hevur tú okkurt at spyrja um eftir útskrivan, ber til at ringja á G4 á tlf. 304599 lokal 5004.

Blívur stungustaðið heitt, hovið og sæst roði, kann tað vera tekin uppá bruna, og tá skalt tú venda tær til tín kommunulækna. Er tað uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf.: 1870.

Uppfylging

Vevnaðarroyndin verður send til greiningar, og hetta tekur uml. 1 viku. Svarið verður latið ávísandi lækna, sum setur seg í samband við teg.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg
Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós