Ultraljóð
Landssjúkrahúsið

Ultraljóð á Røntgendeildini

Til eina ultraljóð skanning verða ljóðbylgjur nýttar til at skapa myndir av gøgnunum. Ein sokallaður transdusari sendir og móttekur ljóðbylgjur, sum tólið síðani ger um til myndir. Við ultraljóði ber til at kanna m.a. æðrar, livur, skjaldkertil og testiklar.

G.G. Røntgendeildin ger ikki ultraljóðskanning av barnakonum. Víst verður til Ljósmøðratænastuna á A2.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Heilivágur
Heilivágur ávirkar ikki eina vanliga ultraljóð kanning, so tú kanst taka tín heilivág sum vanligt. Um ein vevnaðarroynd (biopsi) skal takast, er í onkrum føri neyðugt at steðga við at taka blóðtynnandi heilivág. Tú fært nærri boð um hetta, tá ið tú verður innkallað/ur.

Fastandi og fulla bløðru
Til ávísar kanningar er neyðugt at fasta í minsta lagið 4 tímar, og/ella hava fulla bløðru. Um tú ikki ert fastandi, kunnu vit verða noydd at avlýsa/útseta kanningina, og tí er týdningarmikið, at tú fylgir boðunum. Tú fært nærri boð um hetta, tá ið tú verður innkallað/ur.

Vevnaðarroynd
Skal ein vevnaðarroynd (biopsi) takast, hava vit tørv á nøkrum blóðroyndum. Tú fært nærri boð um hetta, tá ið tú verður innkallað/ur. Blóðroyndarseðil verður útflýggjaður/bílagdur av ávísandi lækna.

Undir kanning

Tú fært gelé á tað økið á kroppinum sum skal kannast. Síðan koyrir røntgenlæknin transdusarin yvir økið, og kannar tað nágreiniliga. Kanningin tekur 10 - 30 min, alt eftir hvat tú skalt kannast fyri. Um ein vevnaðarroynd skal takast, kann tað taka upp til 1 tíma tilsamans.

Uppfylging

Skrivlig frágreiðing av kanningini verður altíð send til ávísandi lækna/deild. Svarið fyriliggur undir vanligum umstøðum innan 2 gerandis arbeiðsdagar. Fyrr, um kanningin er bráðfeingis. Tú skalt sjálv/ur biðja ávísandi lækna um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd.

Er ein vevnaðarroynd (biopsi) tikin, fært tú nærri kunning um svar á kanningardegnum.

Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg
Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós