11 Ambulantviðtala SS 2
Suðuroyar Sjúkrahús

Tvørfaklig viðgerð av áhaldandi pínu

Áhaldandi pína er ein sjúka í sær sjálvum. Her kunnu vit bjóða viðgerð móti áhaldandi pínu.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tá vit hava skrásett teg, og læknin hevur ávíst teg til víðari kanning og viðgerð á Pínuklinikkini, fært tú eina innkalling til forkanning.

Spurt verður um tína støðu, títt pínumynstur og heilivág, sum tú møguliga hevur roynt.

Undir viðgerð

Við okkara viðgerð arbeiða vit fram ímóti at styrkja tína kropsligu, sálarligu og sosialu støðu.

Eftir viðgerð

Eftir viðgerðina á Pínuklinikkini heldur viðgerðin fram hjá kommunulækna við áhaldandi pínuviðgerð.

Uppfylging

Uppfylgingin fer fram hjá kommunulækna, sum kann ávísa teg av nýggjum eftir 6 mánaðir, um støðan broytist.

Samband

Deild

Pínuklinikkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Vitjanartíð

10:00-12:00

Leiðandi starvsfólk

Theodor Høgagarð , yvirlækni
Rannvá Johannesen
ranjo@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós