Terapeutiskt modul á Pínuklinikkini
Terapeuturin leggur eina viðgerðarætlan til rættis, ið strekkir seg yvir tað tíðarskeið, ið vit meta vera rætt fyri teg.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Sí skjalið um forkanning.
Undir kanning
Tá ið læknin hevur ávíst teg eitt terapeutiskt forløb, verður tú innkallað/ur til eina innleiðandi samrøðu hjá terapeuti. Terapeuturin leggur síðani eina viðgerðarætlan til rættis, sum kemur at strekkja seg yvir tað tíðarskeið, sum vit meta vera rætt fyri teg.
Eftir kanning
Tú fært millum annað upplæring í venjingum, tú kanst gera fyri at halda førleikar við líka.
Tú fært tey bestu úrslitini av viðgerðini við at halda fram við at venja og at halda teg til kostætlanirnar, sum tú fært frá okkum.
Uppfylging
Fyri at fyribyrgja miss av førleikum er neyðugt at halda fram við venjingunum heima, tá ið viðgerðin er liðug.
Samband
Deild
Pínuklinikkin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Theodor Høgagarð , yvirlækni Rannvá Johannesenranjo@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.