Suðuroyar Sjúkrahús

Tarmkanning

Kikarakanning av endatarmi.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Tveir dagar undan kanningini byrjar tú tøming av tarmum eftir vegleiðing frá apotekinum. 

Tú møtir fastandi á deildini um morgunin, sum kanningin fer fram. Vit mæla tær til ikki at roykja sama morgun, sum kanningin skal gerast. Tú fært klæðir frá deildini at fara í.

Árðenn tú fert til kanningina, skalt tú tosa við læknan. Tekur tú heilivág, mást tú hava heligvágslistan við. Um tú tekur blóðtynnandi heilivág, verður tú møguliga biðin um at halda ein steðg í nakrar dagar undan kanningini.

Eftir kanning

Tá ið tú ert vaknað/ur kemur tú aftur á deildina.

Læknin tosar við teg um kanningina, áðrenn tú fert heim.

Uppfylging

Eru royndir tiknar, verður tú innkallað/ur til svar innan 14 dagar.

Samband

Deild

Seingjadeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 3. hædd, 800 Tvøroyri

Vitjanartíð

Vitjanartíðir á seingjadeildini eru allar dagar kl. 15.00-16.00 og kl. 19.00-20.00. Frávik kann verða gjørt í serligum føri og eigur at verða avtalað við starvsfólkið.

Leiðandi starvsfólk

Lisbet Jacobsen
lisbet@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós