Landssjúkrahúsið

Sukurløðsla barnakonur

Sukurløðsla er kanning av blóðsukri hjá barnakonum. Kanningin kann vísa, um tú hevur byrjandi sukursjúku. 

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Fyri at fyrireika teg til kanningina, eigur tú 3 dagar áðrenn kanningina at hava etið og verið likamliga virkin sum vanligt.

Kvøldið fyri kanningina eigur tú at fasta frá kl. 22, t.e hvørki eta, drekka, roykja, tyggja tyggigummi ella líknandi. Eitt sindur av vatni er loyvt at drekka.

Undir kanning

Fyrst verður ein blóðroynd tikin. Síðan fært tú 200 ml. av sukurvatni við sitrón at drekka. 

2 tímar seinni verður enn ein blóðroynd tikin. Hetta tíðarskeiðið kanst tú sita í forhøllini ella á ambulatoriinum. Tú eigur ikki at vera likamliga virkin, sum t.d. ganga, geva bróst, roykja, ei heldur sovna. Tú kanst heldur ikki eta ella drekka hesa løtuna. Sig bioanalytikara frá, um tú gerst illa fyri ella vilt spýggja. Tú ert vælkomin at hava hondarbeiði ella okkurt at lesa við, so tíðin ikki fellur so long.

Kanningin er liðug eftir áleið 2½ tímar.

Eftir kanning

Eftir kanningina kanst tú verða móð. Vit mæla tær til at hava okkurt etandi og drekkandi við, sum tú kanst fáa tær, so skjótt kanningin er liðug. 

Tú kanst fara til hús ella til arbeiðis, og tú kanst eta og drekka sum vanligt.

Uppfylging

Er blóðroyndin normal, hoyrir tú onki.

Barnakonur við blóðsukri yvir 9 mmol/l eftir 2 tímum, hava barnakonusukursjúku eisini kallað gestationel diabetes mellitus-GDM.

Er blóðroyndin ov høg, fært tú bjóðað eyka kanningar. Tær barnakonur, ið hava eina ov høga sukurløðslu, fáa eina tíð í Diabetesambulatoriinum við vegleiðing frá sjúkrarøktarfrøðingi og kostráðgeva. Tú fært harumframt tíð til skanning á Obstetriska ambulatoriinum á Føðideildini.

Samband

Deild

Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Bygningur G, Hædd 0

Leiðandi starvsfólk

Birita K. Samuelsen
birje@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós