Sukurløðsla barnakonur
Sukurløðsla er kanning av blóðsukri hjá barnakonum. Kanningin kann vísa, um tú hevur byrjandi sukursjúku.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Fyri at fyrireika teg til kanningina, eigur tú 3 dagar áðrenn kanningina at hava etið og verið likamliga virkin sum vanligt.
Kvøldið fyri kanningina eigur tú at fasta frá kl. 22, t.e hvørki eta, drekka, roykja, tyggja tyggigummi ella líknandi. Eitt sindur av vatni er loyvt at drekka.
Undir kanning
Fyrst verður ein blóðroynd tikin. Síðan fært tú 200 ml. av sukurvatni við sitrón at drekka.
2 tímar seinni verður enn ein blóðroynd tikin. Hetta tíðarskeiðið kanst tú sita í forhøllini ella á ambulatoriinum. Tú eigur ikki at vera likamliga virkin, sum t.d. ganga, geva bróst, roykja, ei heldur sovna. Tú kanst heldur ikki eta ella drekka hesa løtuna. Sig bioanalytikara frá, um tú gerst illa fyri ella vilt spýggja. Tú ert vælkomin at hava hondarbeiði ella okkurt at lesa við, so tíðin ikki fellur so long.
Kanningin er liðug eftir áleið 2½ tímar.
Eftir kanning
Eftir kanningina kanst tú verða móð. Vit mæla tær til at hava okkurt etandi og drekkandi við, sum tú kanst fáa tær, so skjótt kanningin er liðug.
Tú kanst fara til hús ella til arbeiðis, og tú kanst eta og drekka sum vanligt.
Uppfylging
Er blóðroyndin normal, hoyrir tú onki.
Barnakonur við blóðsukri yvir 9 mmol/l eftir 2 tímum, hava barnakonusukursjúku eisini kallað gestationel diabetes mellitus-GDM.
Er blóðroyndin ov høg, fært tú bjóðað eyka kanningar. Tær barnakonur, ið hava eina ov høga sukurløðslu, fáa eina tíð í Diabetesambulatoriinum við vegleiðing frá sjúkrarøktarfrøðingi og kostráðgeva. Tú fært harumframt tíð til skanning á Obstetriska ambulatoriinum á Føðideildini.
Samband
Deild
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Bára Skaale Klaksteinbara@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.