Skurðviðgerð fyri útistandandi oyru
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Skurðviðgerðin fer fram undir lokalari doyving. Tí er ikki neyðugt at vera fastandi.
Møtt verður á B4/A3 sama morgum kl. 7.30. Á deildini verður nakað av hárið rakað rundanum oyruni (uml. 2 cm). EMLA, sum er doyvandi krem, verður smurt á oyruni.
Uml. 1 tíma áðrenn skurðviðgerðina fært tú stillandi heilivág.
Undir viðgerð
Skurðviðgerðin varir 1½ - 2 tímar og fer fram á eini stovu á skurðgongini.
Lokal doyving verður sproytað undir húðina rundan um oyrað. Ein sjúkrarøktarfrøðingur situr hjá tær undir allari skurðviðgerðini.
Eftir viðgerð
Fyri at styðja aftaná skurðviðgerðina, verður umvav lagt á oyruni og rundan um høvdið.
Umvavið skal sita í 10 dagar.
Tú verður útskrivað/ur seinnapartin sama dag. Vanligt er at hava nakað av pínu í oyrunum, tá lokaldoyvingin er burtur. Gott er tá at eiga t.d. panodil heima, sum fæst í handkeypi á Apotekinum.
Uppfylging
Tú fært eina ambulanta tíð at møta á Oyrnadeildini 9-10 dagar eftir skurðviðgerðina, tá umvavið og træðrirnir verður tikin. Komandi 2-3 vikurnar skalt tú sova við einari nethúgvu, sum tú fært frá okkum.
Áheitan
Skuldi umvavið loysnað í úrtíð, set teg tá í samband við Oyrnadeildina alt fyri eitt á tlf. 304510.
Tað er av stórum týdningi, at umvavið ikki verður vátt, og tí má hárvásk bíða til umvavið er tikið av.
Tú mást ikki íðka krevjandi ítrótt í 2-3 vikur aftaná skurðviðgerðina.
Sjúkramelding
Vanligt er at verða sjúkrameldað/ur í 10 dagar. Men eingin forðing er fyri at fara aftur í skúla ella til arbeiðis, um tú ikki hevur tungt arbeiði, áðrenn tíðin er farin.
Samband
Deild
Oyrna-nasa-hálsdeildLeiðandi starvsfólk
Bjarki Ellefsen , yvirlækniHent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.