1 Skurðgenerelt 11
Suðuroyar Sjúkrahús

Skurðviðgerð fyri forhúðstronga

Skurðviðgerð fyri tronga forhúð er ein vanlig ambulant skurðviðgerð, sum verður gjørd við lokalari doyving.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Reinførið er umráðandi undan skurðviðgerð, og tí mæla vit til, at tú vaskar tær væl, áðrenn tú fert heimanífrá.
Trongin verður rættaður til, so trongi ikki er til ampa.
Neyðugt kann vera at taka pínustillandi heilivág. Tí verður rátt til at keypa Panodil at taka eftir skurðviðgerðina.

Set teg í samband við skrivaran hjá urologinum, um tú tekur blóðtynnandi heilivág.

Undir viðgerð

Lokaldoyvingin ger, at tú onga pínu merkir. Tó kennir tú, at læknin nertir við teg.
Sjúkrarøktarfrøðingur vaskar økið, ið skal skurðviðgerðast, og leggur eitt sterilt klæði rundan um. Um neyðugt, verður skolað við reinsandi vætu undir forhúðini.
Skurðviðgerðin tekur vanliga 30-60 min.

Verjandi umbinding verður løgd á penis, eftir at skurðviðgerðin er liðug. Hetta merkir, at penis verður klistraður upp ímóti búkinum við strammari umbinding. Hendan umbinding skal sita á, til tú skal lata vatnið fyrstu ferð eftir skurðviðgerðina.

Eftir viðgerð

Sárið verður seymað við sjálvupploysiligum tráði. Eru hesir ikki horvnir eftir 14 dagar, eigur tú at fara til kommunulækna. Hevur tú skriða av seyminum, kanst tú smyrja vaseline á sárið.

Vanligt er, at penis kann verður mislittur og hovin eftir skurðviðgerðina, men hetta javnar seg eftir fyrstu vikuna.

Halt sárið reint. Skola við lunkaðum vatni dagliga fyrstu vikuna. Fyri at fyribyrgja bruna, skalt tú ikki baða í baðikari ella svimjihyli fyrstu tvær vikurnar. 
Um tú upplivir brunatekin sum roða, verkur, pínu og fepur yvir 38 stig, eigur tú at fara til lækna.  

Rátt verður frá at hava samlegu fyrstu tríggjar vikurnar.
Vanliga verður tú ikki sjúkrameldaður eftir skurðviðgerðina, men mælt verður til bert at hava lættan fysiskan aktivitet fyrstu vikuna.

Uppfylging

Oftast er ikki neyðugt við uppfylging.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós