1 Skurðgenerelt 11
Suðuroyar Sjúkrahús

Skurðviðgerð fyri brokk

Tað er ikki óvanligt at fáa brokk. Tú kanst fáa brokk ymsastaðni, t.d. í lærkreppingini, við nalvan ella í punginum.

Les faldara um skurðviðgerð fyri brokk her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tú møtir á seingjardeildini dagin fyri skurðviðgerðina til upptøku av journal, blóðprøvar og narkosutilsýn. Um tú tekur nakran heilivág, er gott at hava ein lista við yvirliti yvir heilivágin, tú tekur. Tú velur, um tú vilt gista á deildini ella sova heima. Tú skalt fasta frá kl. 24 dagin fyri, tú skalt til viðgerð, t.v.s. at tú  ikki skalt eta, drekka ella roykja.

Á morgni skal tú í bað og latast í skurðklæðir og stuðulssokkar. Um neyðugt raka vit hárvøkstur við økið, sum skal skurðviðgerast. 

Tað er um ráðandi, at tú ikki hevur smúkkur, sminku, krem ella neglalakk á.

Um neyðugt, fært tú pínustillandi.

Eftir viðgerð

Tá ert raknað/ur við eftir skurðviðgerðina, verður tú flutt/ur aftur á deildina.

Tað er vanligt at hava eitt sindur av vamli og pínu, sum tú fært panodil og brufen fyri.. 

Tú skalt rokna við at vera innløgd/innlagdur til dagin eftir. Onkuntíð kanst tú sleppa heim um kvøldið, men tá skal tú ikki vera einsmøll/einsamallur. 

Tú fært nøkur eyka plástur við heim. Tú kanst fara í bað við plástrinum á. Aftaná baðið skalt tú skifta til eitt nýtt, uttan at nema við sárið.

Uppfylging

10-12 dagar eftir skurðviðgerðina skulu pentir takast hjá kommunulæknanum

Tú mást ikki lyfta ov nógv 4-6 vikur aftaná skurðviðgerina, og tí er onkuntíð neyðugt við sjúkramelding.

Samband

Deild

Seingjadeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 3. hædd, 800 Tvøroyri

Vitjanartíð

Vitjanartíðir á seingjadeildini eru allar dagar kl. 15.00-16.00 og kl. 19.00-20.00. Frávik kann verða gjørt í serligum føri og eigur at verða avtalað við starvsfólkið.

Leiðandi starvsfólk

Lisbet Jacobsen
lisbet@ssh.fo

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós