Skurðviðgerð fyri brokk
Tað er ikki óvanligt at fáa brokk. Tú kanst fáa brokk ymsastaðni, t.d. í lærkreppingini, við nalvan ella í punginum.
Les faldara um skurðviðgerð fyri brokk her.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Tú møtir á seingjardeildini dagin fyri skurðviðgerðina til upptøku av journal, blóðprøvar og narkosutilsýn. Um tú tekur nakran heilivág, er gott at hava ein lista við yvirliti yvir heilivágin, tú tekur. Tú velur, um tú vilt gista á deildini ella sova heima. Tú skalt fasta frá kl. 24 dagin fyri, tú skalt til viðgerð, t.v.s. at tú ikki skalt eta, drekka ella roykja.
Á morgni skal tú í bað og latast í skurðklæðir og stuðulssokkar. Um neyðugt raka vit hárvøkstur við økið, sum skal skurðviðgerast.
Tað er um ráðandi, at tú ikki hevur smúkkur, sminku, krem ella neglalakk á.
Um neyðugt, fært tú pínustillandi.
Eftir viðgerð
Tá ert raknað/ur við eftir skurðviðgerðina, verður tú flutt/ur aftur á deildina.
Tað er vanligt at hava eitt sindur av vamli og pínu, sum tú fært panodil og brufen fyri..
Tú skalt rokna við at vera innløgd/innlagdur til dagin eftir. Onkuntíð kanst tú sleppa heim um kvøldið, men tá skal tú ikki vera einsmøll/einsamallur.
Tú fært nøkur eyka plástur við heim. Tú kanst fara í bað við plástrinum á. Aftaná baðið skalt tú skifta til eitt nýtt, uttan at nema við sárið.
Uppfylging
10-12 dagar eftir skurðviðgerðina skulu pentir takast hjá kommunulæknanum
Tú mást ikki lyfta ov nógv 4-6 vikur aftaná skurðviðgerina, og tí er onkuntíð neyðugt við sjúkramelding.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Klaksvíkar SjúkrahúsLeiðandi starvsfólk
Anna Maria Dahlannam@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.