SI-kanningar, MAP og sensory profile kanningar av børnum
Eftir ávísing frá kommunulækna verður barnið innkallað til kanning á fysiurgisku deild. Vit kanna fyri hesi fyribrigdi: sansa motoriskar trupulleikar, niðursetta motoriska menning, motorisk órógv, fínmotoriskar, kognitivar, talu- og innlæringstrupulleikar.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Barnið, sum skal til kanningar, møtir vid foreldrum sínum. Fysioterapeutur og ergoterapeutur luttaka í kanningini. Sum oftast byrja vit við eini samtalu vid foreldur, meðan barnið fer við einum terapeuti í venjingarhøli okkara til klárt er til kanningar. Foreldur undirskriva eina váttan, har hetta gevur terapeutunum loyvi til at samla inn upplýsingar frá øðrum stovnum, um so er, at hetta er neyðugt, og at foreldur geva okkum loyvi til at geva víðari upplýsingar til relevantar stovnar, um hetta kann hjálpa barninum.
Undir kanning
Barn og terapeutar fara inn í venjingarhølið, har vit hava gjørt klárt til kanningina. Kanningin er í tveimum umførum. Dagur 1 er motoriskar kanningar hetta tekur 60 min. Dagur 2 eru tær fínmotorisku kanningarnar.
Barnið hevur ofta brúk fyri at hvíla seg undir kanningunum.
Eftir kanning
Grundað á kanningarúrslitið verdur ein ætlan løgd eftir tørvinum hjá barninum. Venjingin verdur tillagað barninum og fer fram í venjingarhølinum hjá fysiurgisku deild. Venjingarnar eru tvær ferðir um vikuna í tríggjar mánaðir.
Uppfylging
Barnið kemur aftur til uppfylgjan eftir tríggjar mánadir. Meðan støðgur er í venjingunum er umráðandi at hildið verdur fram vid at venja heima eftir ráðgeving frá terapeutunum.
Samband
Deild
Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.
Leiðandi starvsfólk
Sára Olsensara@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.