11 Ambulantviðtala SS 2
Suðuroyar Sjúkrahús

Sálarfrøðiligt modul á Pínuklinikkini

Sálarfrøðingur ger gjøgnum samrøðu eina sosiala og psykiska anamnesu av tær (t.v.s. sjúkrasøgu, har tit tosa um tað, sum tyngir teg júst nú, sálarfrøðiligar fylgjur, broytingar í pínustøðuni, viðurkenning og meistring av pínu). Endamálið er at koma til eina  niðurstøðu og at finna rætta viðgerðaruppskotið til tín.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Sí forkanning 

Undir viðgerð

Tá ið lækni hevur ávíst teg til sálarfrøðiligt modul, verður tú innkallað/ur til innleiðandi samrøðu hjá sálarfrøðingi. Sálarfrøðingurin vil gjøgnum samrøðu gera eina sosiala og sálarfrøðiliga anamnesu av tær (t.v.s. sjúkrasøgu, har tit tosa um tað, sum tyngir teg júst nú, sálarfrøðiligar fylgjur, broytingar í pínustøðuni, viðurkenning og meistring av pínu). Hetta hevur til endamáls at koma til eina  niðurstøða og at finna rætta viðgerðaruppskotið til tín. 

Eftir viðgerð

Tú fært nøkur amboð at taka við tær og eina betri fatan av tíni støðu, sum hjálpir tær í gerandisdegnum í mun til at góðtaka títt pínustøði.

Uppfylging

Sálarfrøðingurin vil gjøgnum samrøður við teg fylgja upp uppá tína sjúkugongd.

Samband

Deild

Pínuklinikkin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Vitjanartíð

10:00-12:00

Leiðandi starvsfólk

Theodor Høgagarð , yvirlækni
Rannvá Johannesen
ranjo@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós