Sáðroynd

Kanningin verður einans gjørd eftir ávísing frá lækna og við avtalu við Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum.

Mannagongd í samband við sáðroynd:

  1. Tú skalt ikki hava havt avgongu 3 dagar frammanundan.
  2. Sáðið kann fyrst latast í reint ílat, og síðani koyrast yvir í eitt 
    plast kanningarglas við skrúviproppi. 
    Gev gætur! Sáðið skal undir ongum umstøðum latast í hít, tí 
    sáðdrepandi evni eru í hítini.
  3. Set strikukotu frá bíleggingarseðlinum á glasið.
  4. Hav glasið inn at kroppinum, so tað ikki fær ov nógvan hita ella kulda.
  5. Sáðroyndin og bíleggingarseðilin skal verða Rannsóknarstovuni í hendi innan tími er farin
  6. Avlevera sáðroynd og bíleggingarseðil – til avtalaðu tíð – á 
    Rannsóknarstovuni, G0, á Landssjúkrahúsinum.

Svar á kanningina fæst við at venda sær til egnan lækna.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós