22 Røntgen 11
Klaksvíkar Sjúkrahús

Røntgenkanning

Røntgenmyndir verða gjørdar, við at røntgenstrálir verða sendar út ígjøgnum eitt tól. Strálurnar ferðast ígjøgnum økið á kroppinum, sum skal kannast, og víðari til eina plátu, sum mátar strálurnar. Síðani umskapar teldan røntgenstrálurnar til eina mynd.

Ofta verða myndir tiknar frá ymiskum vinklum. Bleytur vevnaður og luft verða myrk á eini røntgenmynd, meðan beinagrindin verður ljós. Soleiðis ber til at skilja ymisku vevnaðirnir frá hvørjum øðrum.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Nýt ikki smúkkur o.a. metal
Áðrenn kanningina – og helst heimanífrá – skulu smúkkur og metallutir takast av. Tannprotesur, hoyritól, brillur o.l. verður tikið av beint áðrenn kanning.

Um tú ert við barn
Boðað okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn, av tí at tað kann ávirka hvussu ella hvat fyri kanning verður gjørd.

Børn til røntgenkanning

Smá børn mugu hava foreldur ella avvarðandi við inn í kanningarrúmið, men helst ikki meir enn ein persón, av tí at vit nýta røntgenstrálir. Er neyðugt, at tvey eru við inni, so letur tað seg sjálvandi gera. Størri børn klára sum oftast eina røntgenkanning sjálvi.

Er neyðugt at hava foreldur ella avvarðandi við inn í kanningarrúmið, skulu hesi hava blýggjfyrriklæði á, fyri at verja ímóti røntgenstrálunum.

Undir kanning

Radiografurin greiðir tær frá, hvussu myndirnar skulu takast og avgerð, hvørjum klæðum tú skalt lata teg úr, og um tú skalt standa, sita ella liggja. Síðani verður røntgentólið stillað rætt inn, fyri at fáa so góðar myndir sum tilber. Tað er ymiskt, hvussu nógvar myndir skulu takast, alt eftir hvat tú skalt kannast fyri.

Tað er týdningarmikið at vera púra still/ur undir kanningini. Annars kann verða neyðugt at taka myndina av nýggjum.

Kanningin kann taka alt frá uml. 5-30 min.

Uppfylging

Svar uppá kanningina verður sent ávísandi lækna, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Svarið fyriliggur vanliga eftir 2 gerandisdøgum. Í bráðfeingis støðum fært tú svar sama dag.

Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
á ambulatoriudeildini/skurðgongini - 2. hædd

Vitjanartíð

Opið er: mánadag-fríggjadag kl. 08.00 – 15.00

Leiðandi starvsfólk

Heri Olsen
heriol@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós