Psykiatri - Intensiv uppfylging og fyribyrging av sjálvmorð eftir útskriving
"Eitt sjálvmorð, er eitt sjálvmorð ov nógv"
Sjúklingur, ið verður innlagdur í samband við eina sjálvmorðsroynd, er í øktum vanda fyri at gera eina roynd beint aftaná útskriving.
Kanningar vísa, at vandin og títtleikin fyri sjálvmorð og sjálvmorðsroynd er heilt upp til 44 ferðir størri, samanborið við títtleikan og vandan fyri sjálvmorð millum landsins borgarar annars. Somuleiðis verður víst á, at um borgarin hevur ambulanta viðtalu, er vandin fyri sjálvmorð minni, men er tó 8 ferðir størri enn hann annars er, millum fólk vanligt. Størsti vandin er fyrstu dagarnar og upp til eina viku eftir útskrivan.