9 Petø 13

PETØ endurvenjingarskeið

Endurvenjingarskeiðið er fyri børn, við CP og øðrum kropsligum avbjóðingum, í aldrinum 0 til 14 ár.

Endamálið er, at børn innan hendan málbólk fáa møguleika at venja intensivt í 3 vikur fyri at betra um ella viðlíkahalda teirra funktiónsstøði.

Neyðugt er við ávísing frá barnalækna um ein ynskir at luttaka á venjingarskeiðnum.

Venjingarnar eru 2 tímar um dagin 5 dagar um vikuna í 3 vikur.

Neyðugt er, at foreldur/stuðul er við til venjingarnar. Ynskiligt er, at tey, ið eru um barnið dagliga, bæði frá stovni og heimi, kunnu verða við til vegleiðing í venjingum, sum barnið eftirfylgjandi kann gera dagliga.

Venjingarnar ganga fyri seg í bólkum, og tí er neyðugt at børnini megna at arbeiða í bólki. Tit eru vælkomin at ringja, um tit ivast í, um tilboðið passar til barn tykkara.

Á venjingarskeiðnum verður atlit tikið til einstaka barnið, og miðað verður ímóti, at børnini á ein stuttligan hátt við eitt nú sangi, spæli og rørslum, kunnu bøta um teirra rørslutarn.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós