9 Endurvenjingfysioterapi 13
Suðuroyar Sjúkrahús

Parkinson endurvenjing

Tú verður innlagdur á sjúkrahúsdeildina, og endurvenjingin varar í tvær vikur.

Les faldara um endurvenjingina her.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Kommunulæknin sendir eina ávísing til serlækna í neurologi. Tú fært eina innkalling til forkanning á neurologiska ambulatorium. Tú kemur til forkanning hjá einum fysioterapeuti, ergoterapeuti, sjúkrarøktarfrøðingi og neurologi. Tú kanst rokna við at fáa rættiliga nógva kunning, og tískil er gott at hava avvarandi við.

Undir viðgerð

Til forkanningina greiðir tú frá tíni sjúkrasøgu, og hvussu tú annars ert fyri kropsliga og sálarliga. Tú tosar við sjúkrarøktarfrøðing, fysioterapeut og ein ergoterapeut. Samrøðan tekur á leið 90 min. Tá forkanningin er liðug, taka fakfólkini samanum, og út frá hesum gera vit av, um tú ert skikkað/ur til at luttaka í endurvenjingini. Til tað krevst, at tú eitt nú ert sjálvhjálpin í mun til persónliga røkt.

Eftir viðgerð

Eftir forkanningina fer neurologurin saman við restini av tvørfakliga parkinsonstoyminum at leggja til rættis venjing og viðgerð, sum verður mett best fyri teg. Viðgerðin kann t.d. vera ein samanseting av heilivági, venjing, eini sálarfrøðiligari tilgongd, kostur, akupunkturur og frálæra um parkinsonsjúkuna.

Uppfylging

Venjingin og viðgerðin verður sett saman av parkinsonstoyminum. Tú fært innkalling til uppfylgjan eftir tríggjar mánaðir.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, hædd 2
800 Tvøroyri
Inngongd er við høvuðsdyrnar. Far niður trappurnar við høvuðsdyrnar, beint fram og inn á terapideildina á høgru hond við endan av gongini.

Leiðandi starvsfólk

Sára Olsen
sara@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós