Nýtt knæ
Sjúklingar, sum hava pínu í knæi orsakað av slitgikt ella liðagikt kunnu í samráð við serlækna fáa nýtt knæ.
Tú fært bræv, har boðað verður frá, nær tú skalt møta til samrøðu og kanningar í sambandi við skurðviðgerðina.
Nærri kunning um viðgerð
Innan viðgerð
Undan skurðviðgerðini er umráðandi:
- At tú ert virkin hvønn dag.
- At tú etur heilsugóðan og proteinríkan kost.
- At tú ikki roykir ella drekkur rúsdrekka.
- At tenninar eru kannaðar hjá tannlækna fyri at tryggja, at tær eru í góðum standi, og at eingin fjaldur bruni er.
- At húðin er heil, at tú ikki hevur sár.
- At aðrar sjúkur, sum tú møguliga hevur, t.d. høgt blóðtrýst ella sukursjúka, eru væl reguleraðar.
Hetta hevur týdning fyri lekingina, soleiðis at tú kemur fyri teg sum skjótast.
Innan kanningina skalt tú møta til journalupptøku, har tú fært kunning um viðgerðina. Tú tosar við lækna, sum kannar teg. Oyðublaðið verður latið læknanum.
Somuleiðis tosar tú við ein sjúkrarøktarfrøðing um fyrireiking og kunning um innlegging.
Fyri at fyribyrgja blóðtøppi og bruna verður latið antibiotika og blóðtynnandi heilivágur.
Fyrireiking til innlegging
- Tú skalt hava klæðir við, sum eru løtt at fara í og úr, t.d. joggingbuksur og góðar skógvar.
- Mælt verður til, at prýðislutir og peningur eru eftir við hús.
- Loyvt er at hava farteldu og fartelefon. Tó skal hetta ikki verða til ampa fyri onnur.
- Kvøldið fyri innleggingardagin skalt tú fara í bað.
- Tú skalt ikki nýta neglalakk, húðkrem ella smyrsl.
- Tú skalt fasta frá midnátt, hvørki eta, drekka ella roykja.
Innleggingardagin
- Tú verður biðin um at møta fastandi kl. 07.30 á deildini. Sig frá í Leiðbeiningini áðrenn.
- Tú verður víst/ur á eina stovu, fært klæðir og samleikaarmband.
- Portørur frá skurðgongini kemur eftir tær og koyrir teg á skurðgongina.
- Tú fært eina venflon, t.e. ein plastnál, sum verður løgd inn í eina æðr og nýtt til at geva vætu og heilivág ígjøgnum.
- Vanligasta doyvingin er spinaldoyving. Her fært tú eitt prik inn í ryggin. Doyvingin virkar frá nalvaleiðini og niður í bæði bein.
Undir viðgerð
Skurðviðgerðin tekur umleið hálvanannan tíma. Niðurslitnu partarnir av knænum verða tiknir burtur, og nýtt lið av stáli og plasti verður sett inn.
Eftir viðgerð
- Eftir skurðviðgerðina verður tú koyrd/ur í viðrakning/seingjardeild til eygleiðingar.
- Í viðrakning liggja menn, kvinnur og børn í sama rúmi. Forhang eru ímillum sengurnar. Sjúkrarøktarfrøðingur er inni á stovuni.
- Sjúkrarøktarfrøðingur hyggur eftir blóðtrýsti, pulsi, andadrátti, bløðing, pínu, vamli og øðrum, og um neyðugt, verður heilivágur givin.
- Viðrakningartíðin kann vara frá einum til fleiri tímar.
- Ikki er loyvt at fáa vitjan í viðrakning uttan undir serligum umstøðum.
- Tá ið tú kemur aftur frá viðrakning, verður skurðstaðið eftirhugt, og spurt verður, um tú hevur pínu. Blóðtrýst, pulsur, temperaturur og súrevni verða mátað javnan, meðan tú ert innløgd/innlagdur.
- Tú fært at eta og drekka.
- Tú verður hjálpt/ur upp at standa og at ganga á staðnum sama dag.
- Tú fært heilivág eftir tørvi, meðan tú ert innlagdur.
- Tú fært tikið blóðroyndir eftir skurðviðgerðina, fyri at kanna um tú hevur blóðtrot ella bruna.
Samdøgrið aftaná skurðviðgerðina er stramt bind bundið um beinið frá tónum og upp á lærið.
Ein kølimansjett (kryocuff) er løgd rundan um knæið at forða fyri bløðing, troti og pínu. Dagin eftir skurðviðgerðina fært tú ein stuðulssokk.
Fyrsta til fimta dag
Innleggingartíðin er umleið 5 dagar.
- Tú fært hjálp til persónligt reinføri, og seinni hjálp eftir tørvi.
- Tað er umráðandi at tú sigur frá, um tú ikki følir teg væl, t.d. hevur vaml ella pínu.
- Fyrsta dag skalt tú ganga inni á stovuni og út á vesið. Sum frálíður gongur tú longri teinar.
- Stórur dentur verður lagdur á, at tú situr uppi og etur, og ert uppi mest møguligt.
- Fysioterapeutur leiðbeinir og venur við tær dagliga.
- Tú venur sjálvur dagliga.
- Tú fært proteinríkan drykk dagliga.
- Tú fært vegleiðing í nýtslu av hjálpartólum.
- Røntgenmyndir verða tiknar 1. ella 2. dagin eftir skurðviðgerðina.
Áðrenn tú fert heim, skalt tú klára at:
- Fara úr og í song.
- Reisa og seta teg.
- Persónliga røkt.
- Ganga sjálvstøðugt við hjálpartóli.
- Ganga trappur.
Møgulig hjáárin:
- Fyri at fyribyrgja bruna og blóðtøpp verður latið antibiotika í eitt døgn, og blóðtynnandi heilivágur í 8 dagar.
- Ofta hovnar skurðviðgjørda beinið. Tá hjálpir at skifta ímillum at ganga og at sita við beininum uppi og at hækka fótalagið í songini.
- Nýt stuðulssokkin, so leingi sum trot er.
- Um beinið gerst hovið og reytt, og tú hevur pínu, kann hetta vera tekin um bruna ella blóðtøpp í beininum. Set teg í samband við lækna, um so er.
- Rørslan í knænum batnar, sum frálíður. Hetta tekur vikur ella mánaðir. Pínan minkar soleiðis, at umleið 90% gerast heilt pínufrí.
Uppfylging
Aftaná útskriving:
- Pentur skulu takast eftir 2-3 vikur.
- Tú fært resept fyri pínulinnandi og blóðtynnandi heilivág.
- Sjúkraváttan verður skrivað til tveir til tríggjar mánaðir, alt eftir starvi tínum.
- Tú fært tíð í skurðambulatoriinum tríggjar mánaðir eftir skurðviðgerðina.
- Um neyðugt, verður biðið um heimarøkt til tín.
- Avtalað verður tíð til ambulanta fysioterapi.
Góð ráð:
- Ger ikki ov nógv av, tá ið tú gongur ella venur.
- Tú skalt helst ikki liggja á knæ.
- Tú skalt ikki sjálv/-ur koyra bil fyrstu seks vikurnar eftir skurðviðgerðina, og síðani bert um tú hevur fult kontroll á beininum.
- Nýt stól við armstuðli, og nýt armstuðulin, tá tú reisir teg ella setur teg niður.
- Tú eigur at siga tannlækna og lækna frá, at tú hevur skift knæið. Um illgruni er um bruna, metir kommunulæknin, um viðgerð er neyðug.
Venjingar og góð ráð frá fysioterapideildini
Tað hevur stóran týdning at venja skjótt aftan á skurðviðgerðina. Meðan tú ert innlagdur, venur tú saman við fysioterapeuti. Harumframt skalt tú gera somu venjingar fleiri ferðir um dagin. Fyrst og fremst skalt tú gera venjingar, sum fremja rørslu, tað er umráðandi fyrstu dagarnar aftan á skurðviðgerðina.
Seinni verður dentur lagdur á styrkivenjing fyri vøddarnar, serliga umráðandi er at
spenna stóra lærvøddan, um tað er møguligt fyri teg. Tað er gott at ganga túr, men ikki í staðin fyri venjingar. Um tað ber til, er gott at nýta kondisúkklu.
Trot og pína
Skurðviðgjørda beinið hovnar ofta aftan á skurðviðgerðina. Hetta trot kann vara nakrar mánaðir. Fyri at minka um trotið kanst tú skifta ímillum rørslu og hvíld, sita við beininum uppi og hava fótalagið á songini høgt. Bend føturnar upp og niður við beininum oman fyri hjartahædd. Nýt íspakka aftan á rørslu (20 min.).
Tú mást akta pínu og trot í knænum. Fyri at minka um pínu og trot kanst tú leggja íspakka á knæið í 20 minuttir, umleið 3. hvønn tíma. Ansa eftir, um nýggj ella onnur pína kemur í knæið.
At ganga við høkjum
Tað er pína ella gongulag, sum avger, um tú nýtir eina ella tvær høkjur. Tá ið tær bert nýtist eina, skal høkjan nýtast á frísku síðuni.
At ganga í trappum
Upp: Fyrst fríska beinið, síðani høkju og skurðviðgjørda beinið.
Niður: Fyrst høkju, síðani skurðviðgjørda beinið og síðani fríska
beinið.
Samband
Deild
Skurðdeildin á Klaksvíkar SjúkrahúsLeiðandi starvsfólk
Anna Maria Dahlannam@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.