Suðuroyar Sjúkrahús

Nýrasteinsknúsing við lasara

Nýrasteinsknúsing er viðgerð at taka burtur stein í nýraleiðaranum og/ella nýranum við nýtslu av lasaraviðgerð.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Tú møtir á seingjardeildini dagin fyri viðgerðina til upptøku av journal, blóðprøvar og narkosutilsýn. Tekur tú heilivág, skal hann havast við til læknan. Tú kanst sova á deildini ella heima. Tú skalt vera fastandi frá midnátt tann dagin, tú skalt til viðgerð. Tað vil siga, at tú ikki skal eta, drekka ella roykja.

Á morgni skalt tú í bað og latast í skurðklæðir. Tú fært stuðulssokkar og eina sproytu við blóðtynnandi heilivági, møguliga okkurt pínustillandi.

Tú mást ikki nýta sminka, smúkkur, krem ella hava neglalakk á. 

Heilivágur verður tikin eftir avtalu við narkosulæknan.
Sum oftast verður ein CT-urografi gjørd á skurðviðgerðardegnum. Hetta er en røntgenkanning av nýrunum og landrásini, sum vísir, hvar steinurin liggur.

Undir viðgerð

Viðgerðin verður framd við kikara, sum skal upp gjøgnum urinrørið, landrásina og upp í nýra, har steinurin verður knústur við lasara.

Viðgerðin fer fram í fullari doyving (sí kunning um “fulla doyving”).

Eftir viðgerð

Aftaná viðgerðina tá tú ert heilt vakin, verður tú koyrdur aftur á deildina.

Tú kanst hava eitt sindur av vamli, og tú kanst merkja pínu, tá tú letur vatnið. Eisini kann eitt sindur av blóði vera í landinum. Onkuntíð skal landið sílast fyri at finna steinrestir.

Roknast má við at vera innlagdur til dagin eftir. Onkuntíð kann farast heim um kvøldið, men tá skal ein ikki vera einsamallur ella fara av oynni.

Tað er umráðandi at drekka ríkiligt av vatni dagarnar eftir viðgerðina.
Sjúklingar, ið hava knúst nýrasteinar, eru vanliga arbeiðsførir dagin eftir viðgerðina.
Tú skalt aftur til CT-urografi umleið 3-4 vikur eftir steinknúsanina.

Um steinurin er knústur í nýranum, kann verða neyðugt at leggja eitt katetur.
Katetrið verður lagt undir viðgerðini frá nýranum og niður í bløðruna. Hetta er fyri at tryggja frárensl frá nýranum. Katetrið verður vanliga tikið burtur aftur eftir 2-3 vikur.

Um trupulleikar við nýrasteinum vísa seg at vera afturvendandi, er kunnleikin um, hvat steinarnir eru gjørdir av, av stórum týdningi. Tí vera steinrestir sendar til kanningar eftir skurðviðgerð. Um tað ikki hevur eydnast at fingið steinrestir til kanningar, verður heitt á sjúklingin um at halda eyga við steinrestum í landinum og at senda steinarnar á rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum til kanningar.

Uppfylging

Serlæknin tosar við teg, tá tú ert komin aftur á seingjardeildina.

Tú skal til CT skanning 4-5 vikur aftaná viðgerðina.

Samband

Deild

Skurðdeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Agnete Vestergaard
agnete@ssh.fo

Samband

Deild

Seingjadeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 3. hædd, 800 Tvøroyri

Vitjanartíð

Vitjanartíðir á seingjadeildini eru allar dagar kl. 15.00-16.00 og kl. 19.00-20.00. Frávik kann verða gjørt í serligum føri og eigur at verða avtalað við starvsfólkið.

Leiðandi starvsfólk

Lisbet Jacobsen
lisbet@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós