Nefrostomi Til Heimsíðuna (4)
Landssjúkrahúsið

Nýrakatetur - Skift

Eitt nýrakatetur er eitt tunt plastikrør, sum verður ført inn í nýrakokuna, soleiðis at landið kann førast frá nýranum ígjøgnum slanguna og út i ein posa, sum verður bundin um beinið. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar til, at tørvur er at leggja eitt nýrakatetur.

Viðgerðin verður gjørd ambulant, so tað er ikki neyðugt við innleggjan.

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Heilivágur
Tekur tú blóðtynnandi heilivág, skalt tú venda tær til ávísandi lækna/ambulatoriið fyri at tryggja, at nýrakatetrið kann leggjast uttan vanda fyri bløðing. Møguliga verður tú biðin um at steðga við blóðtynnandi heiliváginum nakrar dagar frammanundan. Avtalað samstundis, nær tú kanst byrja at taka blóðtynnandi heilivágin aftur.

Tak blóðroyndir
Okkum tørva hesar blóðroyndir áðrenn kanningina:

  • Hæmoglobin (Hgb)
  • Trombocyttar
  • INR
  • P-kreatinin

Blóðroyndirnar mugu ikki vera eldri enn 2 dagar. Tú skalt venda tær til ávísandi lækna/ambulatoriið, sum skal útflýggja blóðroyndarseðilin.

Undir viðgerð

Ein radiografur og røntgenlækni gjøgnumlýsa fyrst økið við einum røntgentóli. Undir sóttreinsaðum (sterilum) umstøðum, verður reinsað rundan um tað sitandi katetrið, og síðani verður ein stáltráður førdur inn í katetrið og inn í nýrakokuna. Tað gamla katetrið verður tikið úr, og tað nýggja verður ført inn við hjálp av stáltráðnum.

Skuggaevni verður sprænt inn í katetrið, fyri at tryggja at tað liggur væl, og stáltráðurin tikin úr. Katetrið verður síðani heft á húðina við plástri, og fest til nýggjan drenposan.

Kanningin tekur uml. 1 tíma tilsamans.

Eftir viðgerð

Tú kanst fara heim beint eftir viðgerðina, um tú annars ert væl fyri. Eru nakrar komplikatiónir, kunnar starvsfólki teg um hetta. Tað kemur tó sera sjáldan fyri.

Blívur stungustaðið heitt, hovið og sæst roði eftir at tú ert komin heim, kann tað vera tekin uppá bruna, og tá skalt tú venda tær til tín kommunulækna. Somuleiðis um tú fært fepur. Er tað uttanfyri viðtalutíð, skalt tú venda tær til læknavaktina á tlf.: 1870.

Uppfylging

Tú fært nýggja tíð til næsta skift við tær heim frá Røntgendeildini.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.

Samband

Deild

Røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
2. hædd í B bygninginum

Leiðandi starvsfólk

Lisa Frederiksberg
Lisa.Frederiksberg@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós